Góðan molddag!

Í dag, 5. desember, er altjóða molddagur. Ein dagur ognaður sunnari og fruktagóðari mold. Tað er FAO, matvøru og landbúnaðarfelagsskapurin hjá Sameindu Tjóðum, sum hevur ásett dagin ásannandi, at mold er ikki eitt varandi tilfeingi, um mett verður út frá tíðarkarminum hjá okkum menniskjum. Hetta merkir, at um vit spilla lendið, so gongur so mikið long tíð til at bøta aftur um skaðan, at tað er ikki í okkara tíð at tað verður í lagi aftur. Eitt sjónligt dømi um hetta er at síggja í seinasta Frøði (nr. 2, 2013), har Anna Maria Fosaa vísir á eina roynd við at hegna eitt øki inni, sum er rættiliga illa farið av ov nógvum seyðabiti. Eftir 10 árum uttan bit er bera lendið minkað eini 10% innanfyri inngirðingina  í mun til uttanfyri. Tí kann roknast við at long tíð gongur áðrenn svørðurin verður heilur aftur. Mínar egnu – og meira ósjónligu – kanningar vísa, at tá svørðurin hvørvur hvørvur eisini livandi moldin, og eftir er bert sandur og grót. Steindeytt!

Tætt bitið og skræddur svørður.

Tætt bitið og skræddur svørður.

Altjóða molddagurin er ætlaður at varpa ljós á týdningin av mold, at hon veitir okkum føði, klæði, býli, verju og mangt annað. Haraftrat hýsir hon stóran part av tí lívfjølbroytninum sum til er. FAO heldur dagin við eini ráðstevnu um mold. Eg fari í øllum stillum at halda molddagin við finna hóskandi samstarvspartar til ta føroysku moldgranskingarfelagið, ið higartil einans telur 1 lim. 2015 hevur ST lýst at vera altjóða moldár. Til ta tíð eru vit vónandi til reiðar at gera ein rimmar vørr eisini í Føroyum. Her er ein filmsstubbi bæði um molddagin og um moldárið. Góðan molddag 2013.  

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.