Javnaðarsambandssnaringin

Ongantíð hevur javnaðarflokkurin verið sambandskari enn júst nú – tað tykist, sum um tey trola so dúgliga eftir sambandsfólki, ið rýma av søkkandi skútuni hjá Kaj Leo, at tey eru vorðin sambandskari enn sambandsflokkurin. Kanska er tað tó bara fyri at sleppa í samgongu við Kaj Leo eftir valið, hvør veit.

Hetta átti eg sjálvandi ikki at lagt so nógv í, tí eg rokni ikki við at sambandsveljarar loypa heilt yvir á fullveldisveingin. Eg haldi tó at hetta er harmiligt, tí onkursvegna ger hetta møguleikarnar at fáa skipað eina nýggja samgongu eftir valið munandi verri, tí um javnaðarflokkurin ger eitt gott hál við at lova samband, so er tað jú lyftisbrot at fara í eina samgongu sum vil longur fram á frælsisleið.

Hetta var ikki gamalt. Í greinasavninum hjá landsbókasavninum fann eg hesa samrøðuna við Maritu Petersen, sum staðfestir, at javnaðarflokkurin er sinnaður at ganga heilt at loysingini. Marita Petersen man vera tann løgmaður, sum er eina mest í metum av teim løgmonnum vit hava havt, ein virðilig løgkona. Henni kundi nýggi formaðurin í javnaðarflokkinum lært nógv av. Greinin er henda:

Nýggj stýrisskipan áðrenn næsta val

Áðrenn valið verður vónar Marita Petersen, at Føroyar hava fingið eina nýggja stýrisskipan. Eina skipan sum gevur okkum tað neyðuga grundarlagið fyri at kunna virka sum eitt sjálvstøðugt samfelag, og møguliga at broyta viðurskifti okkara við Danmark

Tá samgongan millum javnaðar- og fólkaflokkin tók við, var ein »sjálvstýrislóg« millum tað, niðurfelt varð í samgongukjalið.

Men eftir fyrstu »biddaraferðina« til Danmarkar, var ikki nógv tosað um hesa ætlan. Jógvan Sundstein segði enntá við danska sjónvarpið, at »ingan på Færøerne taler højt om selvstyre i dag«.

Men Marita Petersen heldur avgjørt ikki at vit skulu sleppa øllum ætlanum um einar sjálvbjargnar Føroyar.

Nýggj stýrisskipan

– Hetta landsstýrið hevur sum greitt mál, at áðrenn valið verður, skulu vit hava fingið eina nýggja stýrisskipan í Føroyum, sigur hon.

Ein nevnd situr í løtuni og skrivar uppskot um nýggja stýrisskipan. Og millum tað, nevndini er álagt er at gera uppskot um, er ein ráðharraskipan í landsstýrinum.

– Eg haldi tað vera sera skeivt, at landsstýrið framvegis virkar sum eitt kollegialstýri, sigur løgmaður. Tað ger tað trupult at plasera ábyrgdina fyri tí ið gjørt verður, og tað skapar ongan greiðan skilnað millum løgting og landsstýrið.

Marita Petersen heldur, at ein stórur partur av okkara stýrisskipan byggir á leivdir frá amtstíðini.

– So leingi landsstýrið er eitt kollegialstýri er tað t.d. meir aat samanbera við eitt amtsráð enn eina stjórn, heldur hon.

Møguleikar fyri sjálvbjargni

Orsøkin til at Marita vil hava eina nýggja stýrisskipan er, at hetta kann vera ein karmur [um] einar sjálvbjargnar Føroyar.

Men tað merkir ikki, at hon vil hava loysing.

– Eg haldi bara at vit hava eina skyldu at geva eftirkomarum okkara ein karm sum ger, at vit sjálvi kunnu taka okkum av øllum okkara viðurskiftum. Og vilja fólk so fara longur í framtíðini, skal tað ið hvussu er ikki vera okkara egna stýrisskipan, ið forðar fyri tí.

Viðvíkjandi viðurskiftunum við Danmark hevur Marita nakað somu støðu, sum undanmaður hennara, Atli Dam: Hon vil hava at føroyingar gerast so sjálvbjargnir, at vit »fara heilt at loysingini«, uttan kortini at loysa heilt.

Sosialurin nr. 141, 28. juli 1993, s. 9

 

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)