Skulu tey til gongu í Havn nú gjalda fyri dollar-grinini av bygd?

“Fíggingin av øllum samferðslukervinum í Føroyum skal endurskoðast og gandaorðið er samhaldsfesti, solidaritetur” (tikið av heimasíðuni hjá útvarpinum).

Hví haldi eg at hetta ljóðar sum at “vit í Havn” skulu gjalda fyri tey á bygd, og at “tey uttan bil” skulu gjalda fyri tey við bili – fyri ikki um at tala tey við fleiri bilum?

Minnist tá eg kom til Onglands hvussu bilsin eg varð, at bensinið og dieselið vóru so dýr, í 2002 kostaðu tey uml. 10 kr. liturin, og nú í summar kostaðu tey einar 13 kr. Orsøkin var at vegskattur er íroknaður bensin- og dieselprísin. Hetta haldi eg faktist er ein genial skipan, tí so gjalda tey mest sum brúka vegirnar mest, umframt at eisini ferðafólk gjalda sín part.

Í Føroyum tykist hugburðurin tó at vera, at onkur annar skal gjalda, og fólk skulu hava samsýning fyri ikki at búgva sentralt. Spurningurin verður sjáldan settur: hvat fær landið burturúr at fólk búgva desentralt? Frá fyrndartíð var tað landbúnaðurin sum fekk fólk at búgva í hvørjum króki í landinum, men tað er so ikki landbúnaðinum vit liva av longur.

Mítt uppskot til fíggingina av samferðslukervinum skuldi tí verið at lagt eitt rímiliga stórt avgjald á liturin á brennievni til akfør, og so afturfyri avtikið vegskattin og gjørt kollektivu ferðsluna ókeypis at brúka. Undirsjóvartunlarnir mugu tó framvegis fíggjast við bummgjaldi, tí ein avtala er ein avtala, og gerast teir ókeypis, so verða rin og hvin úr øllum herðashornum um rættin til undirsjóvartunlar. Harumframt: soleingi tað ikki er fíggjarligt grundarlag fyri einum nýggjum undirsjóvartunli, skal heldur ikki farast í holt við hann.

Ein tílík skipan kundi eisini umfatað kommunalar vegir, tó tað helst hevði verið trupult at sameint áhugamálini og raðfestingarnar hjá kommunum og landi.

Ein skipan, har tey sum brúktu vegakervið mest eisini vóru tey sum fíggjaðu meginpartin, tykist fyri mær at vera rímilig. Minkar koyringin, so minkar eisini slitið á vegakervið. Harumframt er ein slík skipan umhvørvisvinarlig, tí hon eggjar til at koyra saman, og allarhelst brúka ta ókeypis kollektivu ferðsluna, sum kundi verið fíggjað við hesi somu skipan.

Hetta var so mín meining, men úrslitið frá nevndini fer helst at verða okkurt um ein eyka skatt, og útjavning v.m. Livst so spyrst.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)