Vísindaliga grundarlagið undir komandi Keypmannahavnaravtaluni

Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders Fogh Rasmussen 12. mars.

Talan er um vísindaliga fundin sum er grundarlagið undir tí politisku veðurlagsráðstevnuni, sum ST skipar fyri í Keypmannahavn í desember í ár. Fiskirannsóknarstovan hevði 2 umboð á fundinum: Bogi Hansen hevði eina framløgu um skiftið millum Norðuratlantstreymin og Norðhøvini og Hjálmar Hátún vísti á uppslagi á ávirkanina ið havstreymarnir hava á vistfrøðiligu skipanina. Eisini fólk frá Náttúrugripasavninum vóru á fundinum.

Onki hevur verið at frætt um hesa ráðstevnu í føroysku fjølmiðlunum, og tí havi eg ómakað mær at umsett niðurstøðuna. Eg havi eina lítla vón um, at hóast áhugin frá landsins stjórn og fjølmiðlum tykist vera avmarkaður fyri vísindaliga grundarlagnum, so er tó kanska áhugi millum manna fyri hesum evni.

Niðurstøðan var býtt upp í seks punkt:

1. Veðurlags gongdin

Nýggjastu kanningarnar vísa, at ringastu forsøgnirnar hjá IPCC fara at ganga út (ella tað verður verri enn ringastu forsøgnirnar). Veðurlagsskipanin er longu við at flyta seg úr teimum natúrligu karmum, sum okkara samfelag og búskapur er sprottin úr og hevur lagað seg til. Tað sum er kannað er slíkt m.a. miðal hitin á knøttinum, vatnstøðan í havinum, súrni í havinum, skifti millum hav og ís, og ógvisligar veðurlagshendingar. Tað er stórur vandi fyri at nógvar av broytingunum fara at ganga skjótari og skjótari, og økir hetta um vandan fyri einum knappligum skifti í veðurlagnum, ella at vit koma út á eggina har ikki kann vendast við aftur.

2. Sosial upploysn

Vísindafólk hava nógva vitan ið undirbyggir kjakið um “vandamiklar veðurlagsbroytingar”. Nýggjar kanningar vísa at flestu samfeløg eru sera sárbær fyri sjálvt heilt smáum veðurlagsbroytingum, og serliga eru tað fátæk lond og fátæk samfelag sum eru viðbrekin. Ein hækking í hitanum uppá meira enn 2°C verður sera torfør hjá nútíðar samfeløgum at liva við, og tað fer at økja um veðurlagsoyðileggingarnar restina av øldini.

3. Langtíðar strategi

Neyðugt er við skjótari, áhaldandi og munagóðari avmarking, grundað í tiltøkum sum umfata bæði allan heimin eins og tey einstøku økini fyri at sleppast skal undan “vandamiklum veðurlagsbroytingum”, uttan mun til hvussu hetta er lýst. Um málsetningurin fyri 2020 ikki er nóg munagóður, so økist vandin fyri at koma út á eggina har ikki slepst aftur, og tað minkar um møguleikan at røkka málsetninginum fyri 2050. Verður drálað í at seta avmarkingartiltøk í verk, økir hetta munandi um langtíðar sosialu og búskaparligu útreiðslurnar av bæði tillagingum og avmarkingum.

4. Tiltøk fyri rættvísi

Veðurlagsbroytingar hava, og fara at hava, sera ymiskar ávirkanir á fólk bæði innanlendis og millumtjóða, á núverandi og á framtíðar ættarlið, og á samfeløg og náttúru. Eitt munagott, vælskipað trygdarnet er neyðugt fyri at tey mest viðkvomu fólkini kunnu tillaga seg ávirkaninar av veðurlagsbroytingunum, og neyðugt er við eini felags, men tillagari avmarkingarstrategi fyri at verja tey fátæku og mest sárbæru.

5. Einki at gera er ófyrigeviligt

Ongin umbering finst fyri onki at gera. Vit hava sum er nógv tól og nógvar hættir – búskaparlig, teknisk, atferðarlig, stýringsamboð – sum munagott kunnu brúkast til veðurlagsavbjóðingina. Men hesi mugu verða sett í verk við harðari hond og uttan ov nógv undantøk fyri at uppnáa tað samfelagsligu broyting, ið krevst fyri at fáa ein búskap, sum ikki er heftur av kolevni. Nógvir fyrimunir fara at koma burturúr einum samskipaðum átaki at broyta okkara orkubúskap nú, millum annað

  • vøkstur í arbeiði innan burðardygga orku,
  • minking í heilsuútreiðslum, ið standast av veðurlagsbroytingum,
  • og endurbygging av vistskipanum.

6. At taka av avbjóðingini

Fyri at gera tær samfelagsligar broytingar ið krevjast fyri at standa ímóti avbjóðingini av veðurlagsbroytingum er neyðugt, at vit vinna á fleiri forðingum, og síggja nýggjar møguleikar. Her verður m.a. hugsað um:

  • at gera sosialu og búskaparligu skipanirnar meira liðiligar,
  • at stuðlað verður uppundir at almenningurin vil broytingar,
  • at taka burtur bæði beinleiðis og óbeinleiðis stuðulsskipanir,
  • at minka um ávirkanina frá kapitaláhugamálum sum økja um útlát og minka um tillagingarhug,
  • at stuðla skifti frá ineffektivari stjórn og veikum stovnum til nýskapandi leiðslu í stjórn, privata vinnulivinum og í samfelagnum sum heild,
  • og at fáa samfelagið við í broytingina til reglur og mannagongdir ið eru burðardyggar.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.