Støðugt skifti millum Norðuratlantsstreymin og Norðurhøv

Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja við broytingum í havstreymunum, og serliga rákinum hjá Norðuratlantsstreyminum, sum hevur heitan sjógv við sær norður um Føroyar, men eisini við frárenslinum frá Norðurhøvum út í Atlantshavið. Sí sera lættskiljandi frágreiðing á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni:

Um hitabroytingar

Um havstreymar á opnum havi

Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn frá 10.-12. mars hevði Bogi Hansen eina framløgu. Fiskirannsóknarstovan hevur nú í nógv ár, saman við øðrum evropeiskum havrannsóknarstovnum, mátað havstreymar, bæði við havrannsóknaskipum og við tólum, sum m.a. eru staðsett í Føroyabanka-rennuni.

Við hesum mátingum hevur borið til at finna fram til hvussu streymarnir vanliga eru, bæði hvat viðvíkur hita og saltinnihaldi og aðrar vatnmátingar, men eisini hvussu sterkir streymarnir vanliga eru, og hvussu stór tey vanligu skiftini kunnu vera. Við støði í hesum kanningum var niðurstøðan hjá Boga, at skiftið millum Norðuratlantsstreymin og Norðurhøv tykist vera støðugt.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.