Eidesgaard og kaos

“Je má fara eftir Kristiani og drekka hann skít”

… í amboðskassanum hjá Høgna Hoydal undir valstríðnum var eisini eitt kúbein…

“hvat ****** skal Gerhard gera har”

Og so ein frálík mynd av Hendriki Old sum skriðar sær upp ímóti einum hurðastólpa meðan hann ikki veit hvat gerast skal.

Hetta vóru bert nøkur av gullkornunum úr dokumentarfilminum “Fimm dagar fyri valdið” sum var á skránni í gjárkvøldið, og tað var við ikki sørt av spenningi at vit fóru niðan í Norðurlandahúsið at hyggja. Sera frammarlaga í mínum huga var hvørt framleiðararnir høvdu megnað at gjørt eina óvilduga presentation av báðum høvuðkambunum.

Dugi ikki ordiliga at meta um hvørt tað var óvildugt, men eftir stóð at Høgni var upptikin av politiskum málum, meðan alt umhvørvið kring Jóannes tóktist kaotist. Eitt undantak var tó heima við hús, har kona Jóannes vísti seg at vera honum ein góður og kritiskur vegleiðari. Men tá av tornaði so vísti tað seg, at hann ikki lurtaði eftir henni.

Hetta var óført høvi at fáa lýst allar trupulleikarnar í síðstu samgongu, og hvat sum fór fram undir síðsta valstríði. Vit fingu m.a. eisini eina áminning um at Heini í Kunoy longu tá var mettur at vera illoyalur mótvegis fiskivinnupolitikkinum sum Tjóðveldið ynskir at reka.

Javnaðarflokkurin tóktist tó ikki at megna at tosa um politik, teirra trupulleiki var at hinir flokkarnir vóru farnir av stað við javnaðarvirðunum, sjálvt fólkaflokkurin tosaði um vælferð, so hvat kundi javnaðarflokkurin gera… Og ongin niðurstøða varð gjørd.

Hinvegin so vísti filmurin, at Jóannes gekk meira stovugongd enn Høgni, og tað kom eisini fram, at Høgni ikki metir hetta at vera sína styrki. Hann vil heldur sita uppi í vitanum og skriva og leggja tær stóru linjurnar.

Tað sum eftir stendir er, at meðan valstríðið tóktist vera undir skipaðum viðurskiftum hjá Tjóðveldinum, so tóktist kaos at valda hjá Javnaðarflokkinum. Spurningurin er so, hvørt hetta kaos er tað sama sum hevur merkt ta nú uppsøgdu samgonguna. Um so er, so er heldur ikki nógv gott at vænta av komandi ABC samgongu, ella nakrari aðrari samgongu har Javnaðarflokkurin hevur nakran týðandi leiklut.

Kill your darlings

Tvær ferðir 50 minuttir var nokk meira enn hvat tilfarið kundi bera, og sigast má at framleiðararnir hava verið hepnir at politiska støðan bleiv soleiðis háttað nú, at tilfarið bleiv aktuelt aftur.

Yvirhøvur tykist sum tey hava trupult við at kuta tilfarið nóg langt niður, tó at tað ikki var so ringt sum tá Zakaris Hammer var í hæddini. Tey skuldu lagt seg meira eftir tí kenda fyribrigdinum “Kill your darlings”, sum jú er um at duga at síggja at sjálvt um hatta brotið er fantastist, so er tað órelevant. Hóast bert helvtin av tilfarinum varð víst, so hevði søgan verið intakt. Og fyri at filmurin skuldi verið aktuellur so skuldi hann helst ikki komið seinni enn í mars/apríl 2008.

Men sum heild ein fín lýsing. Meira av slíkum tilfari.

 

Sí eisini  http://birkblog.blogspot.com/2008/09/fimm-dagar-fyri-valdi.html

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)