Fíggjarnevndin onga virðing fyri útbúgving

Úrslitið av, at fíggjarnevndin sjálv fór at málsviðgera, er so út av lagi vánaligt, at tað í sjálvum sær er prógv um, at hóskandi útbúgving er alneyðug, tá fíggjarlógin verður løgd til rættis. Vónandi hendir slíkt ikki aftur!

Síðani fíggjarlógin varð samtykt, eru regluliga komnar undan kavi óvæntaðar avleiðingar av avgerðunum hjá fíggjarnevndini. Higartil hevur tað serliga verið innan økini hjá mentamálaráðnum og almannamálaráðnum, at gjørt hevur verið vart við avleiðingarnar, men helst fer okkurt afturat at koma undan kavi. Spurningurin er so, hvørt hesi ráð eru verri rikin enn hini ráðini, ella tey hava lægri tign í politisku skipanini. – Ella er tað so illa vorðið, at orsøkin er, at ráðharrarnir í hesum ráðum eru konufólk, og at tær ikki eru líka høgt í metum sum landsstýrismenninir? Møguliga, tí hóast ikki heilt so illa stendur til í Innlendismálaráðnum, so hevur eisini har verið víst á, at stovnarnir ikki hava nóg mikið til viðlíkahald, t.d. Landsverk.

Hvussu var og ikki, fíggjarnevndararbeiðið fyri fíggjarlógina 2009 man hava verið tað løgnasta higartil. Fari at loyva mær at gita, at trupulleikin var, at fíggjarnevndini ikki dámdi uppskotið – men í staðin fyri at senda tað út aftur í Fíggjarmálaráðið til eina fakliga viðgerð, so hildu fíggjarnevndarlimirnir so hátt um seg, at tað kundu tey saktans klára sjálvi. Møguliga hevur fakkunnleikin í Fíggjarmálaráðnum eisini gjørt vart við, at stundir vóru ikki til at gera eitt nýtt uppskot, sum kundi liva upp til lógarásettu krøvini.

Men hvat tá? Skulu bókhaldarar ikki klára at snikka eina fíggjarlóg saman, líka so væl sum búskaparfrøðingar? Sjálvandi, ongin orsøk at hava eina yvirvaksna fyrisiting við universitetsútbúnum fólki at gera slíkt, sum vanligir bókhaldarar, lærarar og skiparar saktans kunnu klára.

Fíggjarnevndin sum málsviðgerar
114 skjøl skuldu til, fyri at fíggjarnevndin kundi meta um og gera broytingar í fíggjarlógaruppskotinum, sum fíggjarmálaráðið var komið við.
Hetta ber boð um, at fíggjarnevndin hevur gjørt meira enn lagt visjónir, raðfestingar og politikk inn í fíggjarlógina – tey hava rætt og slætt málsviðgjørt.
Spurningurin er so, um hetta ikki var betri ógjørt. Fyri at brúka Fróðskaparsetrið sum dømi, so stendur greitt í tí eina skjalinum (ZR-2), at lønarútreiðslurnar fyri nýsett størv hjá øllum deildunum á Fróðskaparsetri Føroya krevja 5,7 mill. kr. í 2009. Hóast hetta, so vilja fíggjarnevndarmálsviðgerarnir framvegis vera við, at Setrið ikki er verri fyri í 2009 í mun til 2008. Sagt verður, at tey hava fingið tað sum svarar til lønarútreiðslurnar í november 2008 – og so eru nýsett størv órelevant. Harumframt gloymdi fíggjarnevndin, at ein granskingardepil er lagdur afturat Setrinum. Slíkt kunnu málsviðgerar ikki gloyma, og teir mugu eisini taka atlit til galdandi lógir og sáttmálar, sum m.a. siga, hvussu hesi nýsettu fólkini skulu sigast úr aftur starvi.

Hvørjar førleikar hevur so fíggjarnevndin?
Talvan niðanfyri er gjørd út frá upplýsingum á heimasíðuni hjá løgtinginum. Leggjast kann afturat, at helst hava øll eina miðnámsútbúgving uttan formaðurin, ið hevur skrivstovuútbúgving. Felags fyri limirnar í fíggjarnevndini, við undantaki av Magna Laksáfoss er, at ongin hevði kunnað verið settur í starv í fíggjarmálaráðnum sum málsviðgeri, tí tey hava ikki førleika til tess. Har eru 2 bókhaldarar, 3 lærarar (2 fólkaskúla- og 1 miðnámsskúla-), 1 skipsførari og so ein búskaparfrøðingur.

talvafiggjarnevnd

Í fíggjarnevndini situr sostatt ein persónur, sum átti at vitað betur. Hvat sigur so hann?

Fíggjarlógaruppskotið var makkverk
Uppskotið um fíggjarlóg, ið varð borið í Tingið í september, var skralltómt. Eingin visjón var í henni. Eingin raðfesting. Og ongin politikkur.
Uppaftur og uppaftur sóknaðist fíggjarnevndin eftir loysnum úr Landsstýrinum, men úrslitið var hitt sama: Har kom einki svar!
Tí noyddist fíggjarnevndin at gera arbeiðið sjálv. Úrslitið var einki at reypa av, men tað kundi neyvan vera frægari.
(Magni Laksafoss í Dimmalætting 27. mars 2009)

So niðurstøðan er, at tað kundi neyvan vera frægari – og eisini Magni Laksáfoss fór við í rossahandlagildið og fekk tillutað skótunum eitt fyrisitingarligt starv uppá eina hálva millión ella so.

Hvar eru visjónirnar, raðfestingarnar og politikkurin í fíggjarlógini fyri 2009?
Fíggjarnevndin valdi at gera arbeiðið sjálv, tí ongin visjón, ongar raðfestingar og ongin politikkur var í uppskotinum. Hetta má so merkja, at tann samtykta fíggjarlógin umboðar visjónina, raðfestingarnar og politikkin hjá sitandi samgongu – og helst øllum løgtinginum, tí allir flokkar tóku undir við fíggjarlógini.
Eg havi sera ilt við at síggja nakrar visiónir, raðfestingar ella politikk í nýggju fíggjarlógini. Einastu greiðu ábendingar eru, at nýggir tunlar, nýggir vegir og onnur áhugamál í økjunum hjá fíggjarnevndarlimunum skulu fremjast, og hetta skal fíggjast við sparingum á m.ø. hesum økjum:

  • Fólkum við sálarligum breki, ungdómum við atferðartrupulleikum og onnur slík
  • Útbúgving
  • Gransking
  • Viðlíkahald av vegum

So avgjørt ikki tað, sum hetta løgting varð valt uppá. Hetta varð eisini gjørt vart við á fundi á Vaglinum 3. apríl í sambandi við at Søgu- og samfelagsdeildin hevði tikið avgerð um, ikki at taka nýggjar næmingar inn næsta ár.
Uni Árting gjørdi vart við, at vit mugu sjálvi taka við læru til næsta val og ikki loyva persónum framat, sum ikki trúgva uppá ungdómin og hansara virði. Hanus Kamban vísti á, at okkara tíð er hótt av syndran og andaligum forfalli, men fyri tað er ikki neyðugt at politikararnir lúta undirbrotliga fyri hesum ráki.
Bókhaldararnir í fíggjarnevndini ynskja at spara, serliga uppá almennu rakstrarútreiðslurnar, og ístaðin gera arbeiðsskapandi íløgur, og sambært fíggjarnevndini eru allar lønarútreiðslur rakstrarútreiðslur. Sambært Niels Christiani Nolsøe er hetta ikki gongd leið, tí játtanir til útbúgvingarøkið er íløga í vinnuligan framburð, ikki almenn rakstrarútreiðsla.
Og okkurt bendir eisini á, at fíggjarnevndin ikki júst hevur økt um sína virðing millum manna. Heiða Nolsøe og Mortan Østerø lýstu støðuna soleiðis: Tað kenst eins og peningur og egin áhugamál ganga hond í hond í fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin er júst sum ein barnagarður, har tað ræður um at fáa mest til sín sjálvs! ‒ Vit vilja hava veruligar raðfestingar ‒ raðfestingar, sum hoyra framtíðini til.
Heldur ikki Uni Arge dugdi at síggja nakrar politiskar raðfestingar ella politikk. Tvørturímóti segði hann seg vera troyttan av politiska glantrileikinum um kontur og bókhald í løgtingsins fíggjarnevnd, og eftirlýsti veruligan politikk, politiskar stevnur og dreymar um landsins framtíð!

Orsøkin at fíggjarnevndin fór at málsviðgera segðist vera, at fíggjarlógaruppskotið vantaði visiónir, raðfestingar og politikk. Ásannast má, at hvørki eg, ella nakar eg kenni, hava lagt til merkis visiónir, raðfestingar ella politikk – annað enn “sektin á hvat annar fær, eg skal sæta mær”.
Men kanska vóru tað ikki vantandi visiónir, sum vóru orsøkin til, at fíggjarnevndin sjálv tók um endan, men heldur eitt ynski at prógva, at brúk er ikki øllum akademikarunum í fyrisitingini. Vónandi hevur fíggjarnevndin til komandi viðgerðir lært, at ein fíggjarlóg er meira enn debet og kredit, og at tilgongdin at gera eitt fíggjarlógaruppskot er ein størri biti, enn nakrir tilvildarligir tinglimir eru førir fyri at fara undir. Tíverri eri eg bangin fyri, at ið hvussu er formaðurin í fíggjarnevndini ikki hevur ásannað nakað, men kanska vil hann bara ikki viðganga mistakið alment.
Vit fáa at síggja í heyst hvussu leikur fer.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)