Bøndur samsýning fyri at verja “kolevnisgoymslur”

Í Bretlandi eru røddir frammi um at bøndir skulu fáa samsýning fyri at varðveita torvheiðar og mold við nógvum kolevni í. Endamálið er at minka um CO2 útlátið, ásannandi at torvheiðarnir og hálendis-mold eru størstu kolevnagoymslurnar í Bretlandi.

Tað er umsitingarstovnurin National Trust sum mælir til, at serliga bøndur við hálendis-festum skulu hava samsýning fyri at verja villini dýr, landsløg, vatn og kolevnisgoymslur, umframt at hava alidjór.

Lendið skal ikki veltast! Hildið verður, at passaligt bit ger hesi hálendis-mold til kolevnagoymslur, har meira legst afturat hvørt ár. Er bitið ov stórt, so skrædnar svørðurin, og lendið hevur útlát við sær ístaðin.

Við ongum biti er tó eisini væntandi, at lendið fer at vera atvold til økt CO2 útlát, tí uttan bit tekur viðarvøksturin dik á seg, og hetta turkar turkar lendið.

Torvheiðar eru tann størsta einstaka kolevnisgoymslan í Bretlandi. Tey hava roknað út at bretska niðanjarðar goymslan av kolevni er einar tríggjar milliardir tons (!), og hetta er meira kolevni enn tað, sum er goymt í øllum skógarvøkstri í Bretlandi og Fraklandi tilsamans.

Føroysk mold hevur ikki minni av kolevni í sær enn bretsk mold, men sum ikki einaferð, onki er gjørt fyri at kanna hetta. Kyoto protokollin viðmælir at hetta verður gjørt. Roknast kann við, at næsti veðurlagssáttmálin fer at krevja hetta.

Og so er spurningurin hvat føroyingar fara at halda um ein sáttmála, sum fer at krevja at allur hagi verður varðveittur, og seyðatalið fingið á eitt passaligt støði. Møguliga fer tað at bera til, um allir bøndur, bæði festi- og ognarbøndur, fáa eina samsýning fyri at varðveita og verja lendið.

seyc3b0amynd

Tað er IKKI traðarseyðurin sum skal minkast í tali, men tann seyður sum gongur í haganum. Serliga er tað vetrarbitið sum slítur.

Sí annars gjølliga viðgerð (á enskum) í Guardian: her

Og meira generelt um veðurlagsbroytingar og útlát (á føroyskum): her

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.