Gjald tína útbúgving sjálv! Almennu Føroyar hava ikki ráð til slíkt fjas!

Í vetur svaraði Helena Dam á Neystabø munnligum fyrispurningum frá Kári á Rógvi og Sjúrða Skaale viðvíkjandi niðurlaðingini av Fróðskaparsetri Føroya. Helena ásannaði, at mistøk vóru hend, og at neyðugt fór at verða at koma við eykajáttan, fyri at minka um skaðan.

Helena gjørdi tó vart við, at loysnin skuldi vera útreiðslu-neutral innan karmarnar á verandi fíggjarlóg. Hetta hendi 28. januar, og líka síðani tá havi eg undrast á, hvussu hetta skuldi skiljast. Nú varð uppskot til eykajáttanina so lagt fram, og harvið fekst at vita, hvat útreiðsluneutralt merkir. Í hesum føri, heimabúgvandi lesandi skulu gjalda fyri at varðveita Fróðskaparsetrið:

Skotið er upp at hækka fleiri játtanir á útbúgvingarøkinum fyri at tryggja, at neyðugt undirvísingarvirksemi o.a. kann halda áfram í 2009, hóast búskaparvøksturin er steðgaður, og búskaparkreppa er í eygsjón. Í hesum sambandi er neyðugt at finna samsvarandi sparingar, og er hetta ein orsøk til, at lógin um lestrarstuðul verður broytt nú, men roynt verður at tryggja, at skerjingarnar ikki raka so meint. Harumframt hava umleggingarnar til endamáls, sum frá líður, at gera skipanirnar betri fyri fleiri málbólkar av lesandi (tingmál nr. 181/2008).

Og so verður reypað av, at heimabúgvandi føroysk lesandi fáa størri útgjald enn heimabúgvandi aðrastaðni.

Sambært uppskotinum (nr. 181/2008) um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul er føroyska skipanin betri enn aðrar skipanir í Norðurlondum:

Sambært Stuðulsstovninum er serliga stuðulin til heimabúgvandi á miðnámsskúlaøkinum betri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum. Tí verður hildið skilabest at skerja lestrarstuðulin til henda málbólkin. Í hjálagda fylgiskjali, dagfest 18. februar 2009, sæst til samanberingar, hvussu skipanirnar eru í grannalondum okkara.
Skotið verður upp at lækka studningin til heimabúgvandi á miðnámsskúlunum við umleið kr. 300 um mánaðin. Tá uml. 900 næmingar fáa henda studning í 11 mánaðir, er talan um eina árliga sparing í lestrarárinum 2009/2010 upp á uml. 3 mió. kr. Sparingin verður uml. 1,4 mió. kr. í 2009. Studningurin til heimabúgvandi verður, hóast ætlaðu broytingina væl hægri enn studningurin til miðnámsskúlanæmingar í flestu Norðurlondum.

Í uppskotinum verður víst til nøkur fylgiskjøl, sum tó ikki eru tøk á heimasíðuni hjá løgtinginum. Havi loyvt mær at sammeta føroysku tølini við tølini frá SU. Í grafinum niðanfyri er árligi stuðulin brúktur, fyri at kunna sammeta tølini, tí meðan SU letur 12 árlig gjøld, so letur stuðulsstovnurin bert 11 gjøld.

studningurheimabugvandi

Danski stuðulin til heimabúgvandi miðnámslesandi yngri enn 20 ár er treytaður av foreldrainntøku. Sostatt fara føroysk lesandi – uttan mun til aldur ella slag av lesnaði – at fáa góðar 10 túsund krónur meira um árið enn tey yngru enn 20 ár sum ganga á miðnámsútbúgving OG hava foreldur við høgari inntøku.

Heimabúgvandi føroysk lesandi 20 ár og eldri fáa knappar 7 túsund krónur minni enn tey sum fáa stuðul frá SU.

Og heimabúgvandi føroysk lesandi 18 og 19 ára gomul hjá lágløntum foreldrum fáa eisini minni studning enn tey sum fáa SU.

Støðan er uppaftur verri hjá teimum útibúgvandi lesandi, men tað ásannaði Stuðulsstovnurin helst eisini. Har er ongin bólkur sum er betri fyri í Føroyum.

studningur-uti

Café-pengar?
Hoyrdi onkran siga, at studningur til heimabúgvandi lesandi var luksus, talan er bert um pengar at ganga á café fyri. Kanska onkur ger tað, men tað munnu vera børn hjá foreldrum sum eru væl fyri, og tí hava møguleika at gjalda tær útreiðslur sum tey lesandi hava.

‒ Ella slíta ungdómar ikki klæðir og skógvar, men kunnu brúka tað sama í nógv ár? Nýtast teimum ikki at klippa hárið, og skulu tey ikki hava møguleika at keypa sær ein bita í skúlakantinuni viðhvørt?

Danir hava enn eina skipan, har foreldrainntøkan er avgerandi fyri hvussu nógvan stuðul tú kanst fáa. Eg ivist tó nakað í eini slíkari skipan, tí fyri tað um foreldrini hava pengar, so er tað ikki sjálvsagt at tey gjalda fyri børnini fyri tað.

Útbúgving bert fyri tey ríku – júst sum fyrr!
Gongdin tykist vera, at útbúgving avgjørt ikki verður raðfest í politisku skipanini. Og hetta nýggja við at tað skal takast frá teimum lesandi fyri at tryggja at neyðugt undirvísingarvirksemi kann halda fram, hvussu skal tað skiljast? Eg verði ikki bilsin, um eitt uppskot kemur um at tey lesandi skulu gjalda fyri at vera innskriva, og at studningurin verður umlagdur til eitt lán, sum skal gjaldast aftur. Fordømi eru um slíkt, t.d. í Onglandi, har lestrargjaldið fellur til gjaldingar tá tú ert liðug at lesa.

Við slíkum skipanum er sosiali arvurin næstan ikki til at broyta. Er tað eitt slíkt samfelag vit ynskja? Um so er, so eru vit á rættari kós. Vænti tó ikki, at føroyskir lestrarstovnar fara at hava so góð tilboð, at teir standa seg í kappingini við aðrar lestrarstovnar har gjaldast skal, fyri ikki um at tala aðrar lestrarstovnar, har til ber at lesa ókeypis.

Skulu vit hava góðar og kappingarførar útbúgvingarstovnar mugu hesir raðfestast og mennast, bæði við útgerð, hølum og starvsfólki. Harumframt mugu starvsfólkini kenna at tey eru vird og at tey hava tign. Annars tímir ongin at leggja tað í sum krevst.

Men okkara samfelag tykist vera stýrt av óútbúnum fólkum, sum júst vegna teirra sosiala arv ikki duga at síggja nyttuna í útbúgving, men heldur duga at síggja samfelagsmenning mátaða í kilometrum av nýggjum vegum og tunlum. Framtíðin er ikki bjørt, um ikki broyting kemur í ‒ tey ungu verða biðin um at stinga í sekkin, og sum eg dugi at síggja tað, er hetta heilt tilvitað. Útbúgvin fólk eru vandamikil fyri núverandi makthavarar, tí má ikki vera ov nógv av teimum.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)