Tvímerkja tjóð

dannebrog3-o

Grundlógardagur er, og landsstýrið flaggar við Dannebrog! Eg fái beinanvegin kensluna av, at hetta er skeivt, og niðrandi fyri meg. Dannebrog á føroyskari grund er eitt fornermilsi, og at landsstýrið flaggar við Dannebrog er at leggja seg skerflatan – soleiðis er ið hvussu er mín kensla.

Eg havi so seinni í dag fingið at vita, at landsstýrið fyri nøkrum árum síðani avgjørdi at flagga við tjóðarfløggunum hjá hinum norðurlondunum á teirra tjóðardøgum, men at flaggað verður ikki tá okkara nærmastu grannar  fyri sunnan hava tjóðardagar.

Eg havi ikki lagt merki til fyrr, at flaggað hevur verið við øðrum flaggi enn Merkinum, men grundin til at eg serliga leggi merki til Dannebrog er helst júst tí at tað kenst sárt at síggja Dannebrog veittra yvir okkara landsstýri.

Og veittrar yvir okkara stjórn er júst tað sum grundlógin ger. Hóast føroyingar ongantíð formliga hava góðtikið grundlógina, so er hon galdandi í Føroyum. So spurningurin er, hví flagga vit við Dannebrog heldur enn við Merkinum? Og er grundlógin ikki eisini galdandi fyri Grønland? Flaggdagsrøðu-hugskotið á sinnið hjá Maluni Marnersdóttir, Astrid Luin,  og Maluni Johannesen um eitt felags ríkjaflagg hevði kanska ikki verið so býtt í hesum høpi.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)