Væntar Eyðgunn val?

Eyðgunn Samuelsen vil vera við, at tað er ein samfelags trupulleiki, at ónýttir fiskidagar ikki verða brúktir. Hon vísir á, at í bólkinum 1-4*) vórðu bert nýttir 67% av tillutaðu døgunum, og at hetta er uppaftur minni enn árið fyri, sí heimasíðuna hjá javnaðarflokkinum.

Eyðgunn ynskir brúksskyldu, so hvør einasti fiskidagur verður brúktur. Hetta merkir so, at 33% av fiskidøgunum skulu takast frá summum av teimum, sum nú hava fiskirættindi og ístaðin latast øðrum. Ein spurningur, sum ikki verður settur er, hví so nógvir fiskidagar eru óbrúktir. Um tað loysti seg at fiska, mundu teir so ikki verið brúktir? – Ella sigur Eyðgunn, at summir loyvishavarar eru ódugnaligir?

Orsøkirnar eg annars havi hoyrt fyri at tað eru óbrúktir dagar er 1) teir høgu oljuprísirnir, 2) tann lági avreiðingarprísurin, 3) stovnurin er illa fyri.

Fyri einum ári síðani varð samtykt á Føroya Løgtingi at skerja fiskidagatalið við 10%, meðan Javnaðarflokkurin tá atkvøddi fyri einum meira víðgongdum uppskoti um at skerja fiskidagatalið við 20%, samstundis sum fiskifrøðingarnir mæltu til 50%. Nú mælir umboð fyri Javnaðarflokkin til at noyða vinnuna at fiska allar loyvdu dagarnar – man tað fara at vera til gagns fyri ein stovn sum frammanundan er illa fyri? Og er tað samfelagsgagnligt, tá tað búskaparliga ikki loysir seg, samstundis sum fiskiveiðan ikki er burðardygg?

Henda argumentatiónin heldur ikki – og tó, sambært tí gomlu valskipanini, so er Eyðgunn vald í Norðoya valdømi, har vinnulívið er sera bundið at fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi. Tað vóru eisini norðoyingar, sum í fjør vóru mest ímóti at minka um fiskidagatalið.

Vanligt er uppundir val, at politikarar fara at gjara út við skilaleysum uppskotum, sum eru til gagns fyri útvaldar bólkar, men ofta við stórum fíggjarligum avleiðingum. Uppskotið hjá Eyðgunn tykist mær sum eitt óumhugsað vallyfti – kreppupakkin skal almannakunngerast í morgin!

*) Bólkur 1-4 fevnir um stóru bátarnar, og er allur fiskiskapur hjá hesum bólkum vinnuligur.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)