Tvær ítróttarhallir í Sandoynni?

Sambært kreppupakkanum hjá samgonguni, almannakunngjørdur tann 24. juli 2009 skal virkisskapandi tiltakið “ítróttarhøll á Sandoynni” vera eitt av teimum tiltøkum sum skal seta gongd á búskapin*).
Men so seint sum 8. juni 2009 skrivar sandoyarportalurin at gongd framvegis er í verkætlanini hjá Eileri Jacobsen um at byggja depil í Skálavík sum m.a. fevnir bæði um svimjihyl og ítróttarhøll. Sagt verður í stubbanum á sandoyarportalinum, at myndugleikarnir eru strævnir at fáast við, men at tey vóna at finna eina loysn í málinum.
Er loysnin at tað almenna skal byggja ítróttarhøll í Sandoynni í staðin fyri Eiler Jacobsen? Ella er tað so galið, at skopuningar og heimasandsfólk ikki vilja vita av megnar gávuni frá Eileri Jacobsen og nokta at flyta seg eystur til Skálavíkar at venja? Ella sleppa sandoyingar ikki at brúka hesar venjingarmøguleikarnir, og tað er tí, at tað almenna noyðist at byggja eina ítróttarhøll afturat?
Er nøkur onnur ítróttarhøll bygd við játtan beinleiðis á løgtingsins fíggjarlóg? Mær vitandi eru allar ítróttarhallir higartil bygdar við kommunalari játtan, ella at ítróttarfeløgini sjálvi hava útvegað fígging. Møguliga hevur landið latið eitt ískoyti, men ábyrgdin hevur verið kommunal!
Við hesum nýggja uppskotinum verður støðið lagt undir at landsmyndugleikarnir mugu yvirtaka ábyrgdina av ítróttarhallum – gott hjá Havnar kommunu, tí Ítróttarhøllin á Nabb krevur so sanniliga til ábøtur!

*) Tá Jóannes Ejdesgaard legði ólavsøkupakkan fram fyri fakfeløgini tann 30. juni 2009 nevndi hann, at komast kundi rættiliga langt fyri tær upphæddir tey ætlaðu at brúka, um “ikki alt varð brúkt til tekning og projektering og sovorðið”. Út frá hesum kann eg so bert gita, at talan er um eina høll sum verður innflutt til landið í elementum, og sostatt ikki kemur føroyskari arbeiðsmegi, tað verið seg arkitektum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, handverkarum o.ø. til gagns, men einans sølumonnum, og so nakrir eigarar av kranum og brøytum at grava út og smekka kassan upp, umframt at meginparturin av peninginum verður sendur uttanlands.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)