Fíggjarnevndin í hernað móti miðøkinum og javnaðarflokkinum?

Síðani løgtingsins fíggjarnevnd síðsta ár fór at “málsviðgera” sjálv, og gera nýggja fíggjarlóg við nógvum innbygdum – og almennum – rossahandlum, hevur henda nevnd ikki havt somu tign sum frammanundan. Nú fíggjarlógin fyri 2010 skal samtykkjast er nógv sum bendir á, at sama skilið verður aftur í ár.

At síggja til er býtið á íløgunum annars rættiliga javnt býtt millum málsøkini hjá teimum trimum samgonguflokkunum:

Grafur1Orðaskiftið millum Anfinn Kallsberg, fíggjarnevndarformann og Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharra  í DV+( 6/10/09) vísti tó ikki á nakað serliga gott samgongustev. Tvørturímóti, so boðaði fíggjarnevndarformaðurin frá, at hann ætlaði at halda fram at utbyggja infrastrukturin, og hann ætlaði at fáa tunlarnar norður um Fjall inn aftur, og at hann metti at hetta kundi gerast uttan at røktarheimini vórðu strika, og hann helt heldur ikki at havrannsóknarskipið var í nøkrum vanda. Sostatt havi eg loyvt mær at seta hesar iløgur fyri seg:

Grafur2

Fíggjarnevndarformaðurin vildi vera við, at íløgurnar ikki vóru nóg væl spjaddar um landið, tí at 60% fullu í miðstaðarøkinum. Og so vísti hann á, at onkrar av løgujáttanunum helst ikki fór at verða brúkt, tí lógargrundarlagið ikki var tøkt enn.

Út frá hesum fari eg at loyva mær at spáa um, at broytingarnar í løgujáttanum verða hesar:

  • Landssjúkrahúsið fer at fáa 10 milliónir til útbygging. Hetta er 24 milliónir minni enn í uppskotinum frá fíggjarmálaráðnum. Orsøk: Tað liggur í miðøkinum.
  • Skúladepilin í Marknagili verður settur á time-out, og 28 milliónir verða leysar av løgujáttanini. Orsøk: Hann liggur í miðøkinum.
  • Ítróttar- og mentanarverkløg fáa heldur ikki ásettu 10 milliónirnar. Orsøk: Lógin er ikki samtykt enn.

Felags fyri hesi øki, sum eg giti at fíggjarnevndin fer at skera niður á, er, at landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum sita við hesum málsøkjum.

Ætlanin er, sambært fíggjarlógaruppskotinum 2010, at brúka 69 mill. kr. til tunnlarnar í 2011, men onki í 2010. Minkingarnar í fíggjarlógaruppskotinum, sum eg giti fara at verða viðgjørdar, geva 62 milliónir, sum onkur helst heldur hoskandi kundu verði brúktar til tunnilin norður um Fjall, og broytir tað íløgubýtið til hetta:

Grafur3

T.v.s. at útvið helvtin av øllum íløgum verða í jarn, asfalt og betong. – Tosaði onkur um bleyt virðir?

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)