Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur verið, at seyðurin misti vitið beinanvegin, og tí onki føldi. Sigast skal tó, at gamli svævingarhátturin sær út til at hvørva saman við gomlu bóndunum, tí flestu yngru bøndir munnu skjóta seyðin fyrst.

Nú hevur so onkur endiliga kunngjørt nakrar kanningar hesum viðvíkjandi, og niðurstøðan er, at djórini kunnu pínast í út við tveir minuttir tá tey verða svævd! Hetta sæst í newzealendskari kanning.

http://www.newscientist.com/article/dn17972-animals-feel-the-pain-of-religious-slaughter.html

(Niðast í greinini í New Scientist er leinki um onkur hevur hug at keypa sær atgongd til vísindaligu greinina).

Kanningin hevur mátað hvat hendir í heilanum hjá doyvdum og ódoyvdum djórum sum blivu halal-dripin, og tað eru hesar samanberingar sum koma til niðurstøðuna, at halal-dripin djór pínast munandi meira enn djór sum verða doyvd fyrst.

Aðrastaðni er tað helst av átrúnaðarligum orsøkum at dýr verða svævd, tað sokallaða halal-drápið. Gamli svævingarmátin hjá føroyingum er helst bara tí at vit einans høvdu knív til taks, og hevur helst onki við átrúnað at gera.

Spurningurin er so, um hesar kanningar fara at verða brúktar móti grindadrápinum, og krav fer at koma um at vit doyva hvalirnar áðrenn vit skera á háls. Tað kundi verið heilt áhugavert at sæð loysnina uppá tað!

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.