Blátíta skrásett í Føroyum fyri fyrstu ferð

Ein tann vanligasti títan í Evropa er nú eisini skrásett í Føroyum. Talan er um litføgru blátítuna. Hon varð sædd í einum runni uttanfyri mína skrivstovu tann 6. desember 2010.

Aðrastaðni er blátítan vanliga at síggja á fóðurbrettum, og fuglafóður var hongt upp í runninum har blátítan var sædd. Blátítan kanska mest at síggja í skógarumhvørvi, og tí er kanska ikki so løgið at hon ikki hevur búsett seg í Føroyum ella í Íslandi – sambært Fuglar í Norðurhøvum er hon ikki sædd hvørki í Føroyum ella Íslandi.

Hon er sædd í Hetlandi ella Orknoyggjunum, men er óvanlig har, helst vegna vantandi skógarvøkstur. Kemur oftari fyri í ytru Hebridunum, og er heilt vanlig longur suðureftir. Er eisini vanlig í Noregi.

Niðanfyri eru nakrar myndir av blátítuni.

Myndirnar eru ikki góðar, tí tær eru tiknar út ígjøgnum eitt vindeyga – har var einki val, um vindeygað fór upp, ella eg fór útum, so fór fuglurin avstað. Havi eisini fyrr tikið myndir út ígjøgnum sama vindeygað, t.d. av einum óðinshana á beiti saman við spurvum.

Haldi tað er eitt privilegium at hava eitt sovorðið útsýni frá sínum skrivstovuborði, hóast onkur hevði sagt, at eg síggi onki – einans inn í ein vegg. Fari at siga sum megnarkvinnan Edith í Jákupsstovu á sinni, um útsýnið frá einum av teimum fáu húsunum á Tórsbyrgi sum ikki síggja út á sjógv: Tit hava útsýni, men eg havi innlit!

Sí eisini: http://www.faroenature.net/torgid/ordaskifti/varsko/nytt-fuglaslag-fyri-foroyar-blatita-15209.html

Tey sum hava áhuga fyri málburði kunnu hugleiða um føroyska lyndið at undirdríva 🙂

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.