Einans drumbar og ross arbeiða

Okkurt skulu tómar hendur gera, fyri ikki um at tala tóm høvd. Og høvdið gerst so sera tømt av at hava influensu, so tømt, at lítið fæst burtur úr lesnaði, um hesin lesnaður er á hægri støði enn tað sum stendur á føroysku tíðindaportalunum.

So fyri at fáa tíðina at ganga havi eg leitað væl og virðiliga í sjónvarpinum eftir onkrum undirhaldi. Nyttar lítið at koma við eini djúptgangandi analysu av støðuni í Egyptalandi, tað er alt ov torført. Gev mær heldur ein Hercule Poirot, ella onkran skemtifilm.

Havi ásannað hesa tíðina, at hóast vit hava ælabogahald, so er tað ófatiliga lítið úrval vit fáa. Kringvarpið kann so als ikki roknast við, har er alt endursending av donskum sendingum. Og tó, tvær dokumentarsendingar hava verið nú í seinastuni, ein við Victoriu Wild, og hin við Dennis Agerblad. Havi ikki ordiliga viljað viðmerkt nakra av teimum, serliga tí eg ikki vera tann fyrsta við tí ringa orðinum. Serliga er tað sendingin um Victoriu Wild sum eg harmaðist um. Hvussu ber tað til at fáa so lítið burturúr einum persóni sum hevði so nógv uppá hjarta? Tað er bert ein frágreiðing uppá tað: Kringvarpið ynskti ikki eina ordiliga søgu, tey ynsktu bert at skapa eina provokasjón, ynsktu at øsa føroyingar, ynsktu at vísa, at TEY tordu.

Nakað frægari var við Dennis Agerblad. Meginlýtið her var at søgan ikki bar so langa sending, haldi at um sendingin var hálvan tíma í staðin fyri 45 min. so hevði tað verið munandi betri.

Why do only fools and horses work?

Frægasta undirhaldsrásin í ælabogahaldinum er helst BBC entertainment. Ikki tí hon er góð, men har eru tó nøkur gullkorn rættiliga regluliga. Millum annað er ein av mínum yndissendingum “Only fools and horses”. Hetta er ein rættiliga ensk skemtirøð, og  verður ikki send á donskum rásum. Tað forðar tó ikki føroyskum bløðum at skriva í skránna, at sendingin stutt og greitt eitur “Kun fjolser”.

Sipað verður til eitt gamalt “cockney” orðafelli um at tað eru einans drumbar og hestar ið arbeiða, tí øll onnur eru so mikið snild at tey finna onkra loysn so tey sleppa undan at stríðast og strevast. Hóast søgan er sera ensk, so er hetta fyribrigdið at koma so lætt til vinningin sum gjørligt nakað vit kenna rættiliga væl til. Fyri ikki um at tala hetta at arga og happa hvønn annan. Júst sum vit.

Skuldu vit nakrantíð komið so langt at gjørt eina føroyska drumba og rossa søgu, so eru føroysku tíðindaportalarnir ein frálík kelda. Hvat við hesi fantastisku søguni: VERRI ENN NØKUR NEYÐTØKA! Og hvat er tað sum er brotsverkið? Jú, at Jógvan Thomsen hevur tikið notat av tí sum Bjarni Djurholm hevur sagt. Jú, jú, neyðtøka veldst, og eg haldi so avgjørt eg havi ein illgruna um hvussu “Only fools and horses” hevði viðgjørt neyðtøkuna av Bjarna Djurholm, men eg veit tó ikki um tað hevði verið við C, Q, X, Z.

Niðurstøðan av hesum epistli man tó vera, at eg so avgjørt hoyri til drumbarnar, tí eg leingist illa eftir at fáa arbeiðsførleikan aftur.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.