At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa.

Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga í hvørki breyði ella havragrýnum, men tók ein stara. Tað var eitt øgiligt hvin og eymkan, og har sat ein smyril oman á einum stara, sum royndi at sprella nakað. So skjótt sum starin lá stillur fór smyrilin avstað, við staranum.

Og eg? Eg fór eftir fototólinum. Var ov seint at fáa stillað fototólið inn áðrenn smyrilin og deyði starin fóru, so prógvið fyri hendingini er heldur veikt: fjaðrar og blóðblettir í kavanum.

Spurningurin er so, hvørt eg haldi lív í fleiri starum við at geva teimum í kuldaveðri, ella um tað er smyrlastovninum eg haldi lív í. Uttan mun til, øll ynskja vit eina fjølbroytta náttúru, og pláss skal vera fyri øllum, eisini ránsfuglum.

One Response to At fóðra smyrlar

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.