Knotur í íslendingum

– ella “elt ikki altíð sum fyri er slóðað”

 

Nú frættist at íslendingar aftur eina ferð hava vrakað avtaluna sum íslendsku politikararnir hava gjørt um icesave endurgjaldingina. Sagt verður somuleiðis, bæði í bretskum og ikki um at tala donskum fjølmiðlum, at nú er Ísland í eini torførari støðu, tí nú sleppa tey ikki at læna pengar úr IMF, og ikki er víst at hetta ikki fer at ávirka samráðingarnar um at gerast limur í EU.

Og so verður eisini borið fram í donskum fjølmiðlum, at íslendingar uttan mun til fólkaatkvøðuna fara at gjalda Icesave skuldina aftur, og at tey rokna við at gjalda ein triðing aftur longu í ár – hvør skal siga, politikararnir lurta ikki eftir fólkinum. Við at hyggja at íslendskum miðlum kemur tó rætti samanhangurin fram, nevniliga at tað er úr trotabúnum at pengarnir at afturgjalda skuld við skulu koma, og tað er jú júst sum tað bæði eigur og plagar.

Vilja politikarar og fólkið tað sama?

Politikarar sigast at umboða fólkið, og onki er at ivast í, at tá fólk bjóða seg fram at fara uppí politikk, so er tað í flestu førum tí tey meta at tey kunnu gera okkurt munagott fyri samfelagið. Onkursvegna so hendir vanliga ein broyting tá tey eru vorðin politikarar, tí nú vilja tey sleppa at umsita fólksins pengar og tilfeingi, og jú fleiri pengar, jú meira hava politikararnir at hóreiggja sær við. So helst er tað ikki petti stuttligt at vera politikari í einum landi, sum ongar pengar hevur.

Íslendsku politikararnir hava viljað loyst trupulleikarnar við at taka lán – so kunnu teir sleppa at “seta ferð á búskapin” aftur. Íslendsku politikararnir hava eisini vilja loyst trupulleikarnar við at fara undir veingjabreiði hjá EU. Men hvat sigur íslendska fólkið? Onkursvegna havi eg ta fatan, at íslendingar eru ivasamir um at fara uppí EU, og eg rokni við, at tá fólkaatkvøða verður um hvørt íslendingar skulu fara uppí EU, so verður tað aftur eitt nei – eins og í Noreg.

Og um so er, at íslendingar ikki hava brúk fyri EU, hava teir so heldur ikki brúk fyri læntum pengum úr IMF? Kanska teir hava tað, men ikki fyri ein og hvønn prís. Til tað er teirra rættvísiskensla ov sterk. Íslendingar halda ikki at teir skylda hesar pengarnar, og tí fer nú fram ein tilgongd sum væntandi endar við dómsviðgerð, har staðfest verður hvørt íslendski skattgjaldarin skyldar niðurlendingum og bretum pengar fyri Icesave. Soleiðis enda ofta trætumál, serliga millum einstaklingar og virkir, men eisini millum lond.

Høvdu vit staðið ímóti?

Sera spennandi verður at vita, hvussu leikur fer, men væntandi fara at ganga fleiri ár áðrenn dómur fellur. Ímeðan kunnu vit hugleiða um, hvussu støðan hevði verið, um tað var í Føroyum at Icesave orrustan valdaði. Eg eri ikki í iva: politikarar høvdu ikki spurt fólkið, men høvdu góðtikið ta fyrstu og vánaligastu loysnina sum varð løgd á borðið. Tað gjørdu íslendskir politikarar eisini.

Men knotur eru í íslendska fólkinum, tey kravdu at fáa málið á fólkaatkvøðu, og tey hava nú vrakað hesar politisku samráðingarloysnirnar tvær ferðir.

Hvussu hevði verið í Føroyum? Høvdu vit kravt fólkaatkvøðu? Neyvan! Og um so var at vit fingu fólkaatkvøðu, hevði fólkið so torað at mutað ímóti stórum tjóðum, so sum Bretlandi og Niðurlondum? Eg vóni tað, tó at eg ivist.

Íslendingar tora, tað eru knotur í teimum. Vildi ynskt at føroyska fólkið hevði Ísland og íslendska fólkið sum fyrimyndir, og komu okkum burturúr tí drepandi sundurlyndinum sum her valdar.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.