Hurrá, Kina heldur ikki mannarættindini – tí keypa tey frá okkum!

Er samband millum laks, Nobel og Xiaobo?

Ein sera løgin søga í útvarpinum í dag, tá kringvarpið varpaði ljós á hugburðin “Koyr mannarættindini á vestfallið”:

Heiðurslønin hjá Nobel ein fyrimunur hjá føroyskum alarum

Tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroysku alivinnuna, at norska Nobel-nevndin valdi ein kinesiskan andstøðing til at fáa friðarheiðursløn Nobels.

Tað fær álvarsligar fylgjur fyri norska útflutningin av laksi til Kina, at kinverski andstøðinginum Liu Xiaobo fekk friðarheiðursløn Nobels. Og hetta merkist eisini í Føroyum, tí eftirspurningurin eftir føroyskum laksi er vaksin seinastu mánaðirnar.

Sama søga er at finna í skotskum bløðum. Og føroyingar og skotar fegnast. Undrist tó á hvat er at fegnast um. Tað er regluliga at kinverjar seta tiltøk í verk ella hótta við tiltøkum, um lond um okkara leiðir ikki akta Kina. Tað gav at bíta fyri góðum ári síðani tá Lars Løkke tók ímóti Dalai Lama á slíkan hátt, at kinverjar mettu vitjanina hjá Dalai Lama í Danmark at vera almenna.

Í stundini var politiskt trýst lagt á Danmark, og úrslitið av hesum trýsti var, at Danmark slakaði. Nú fyriskrivar Kina danska Tibet-politikkin, og harvið kunnu kinverjar uttan nakrar viðmerkingar úr Danmark gera seg inn á fólkið í Tibet.

Nobel-nevndin var ikki líka lin í kongunum sum danska stjórnin, men valdi at geva einum kinverskum andstøðingi friðarheiðurslønina. Og beinanvegin vóru tiltøk sett í verk, tí at norska stjórnin ikki hevði forðað fyri hesum. At norska stjórnin ikki hevur heimild at leggja seg út í arbeiðið hjá Nobel-nevndini telur ikki við í hugaheimi kinverja.

At norska alivinnan eigur bæði føroyska og skotsku alivinnuna ger at kinversku tiltøkini kanska ikki raka heilt sum ætlað. Hinvegin, so er tað sera ódámligt at onnur lond skulu gera av, hvat vit her um leiðir siga og meina, og sigur danska stjórnin okkurt skeivt (ivist eitt sindur í hvørt Kaj Leo hoyrist heilt til Kina), so kann tað fáa avleiðingar fyri okkara handilssamband við Kina. Ein sera viðbrekin støða, og haldi eg tí ikki, at slíkur handil er verdur at leggja seg eftir.

Tá vit so afturat hugsa um, at trupulleikin er at mannarættindini í Kina ikki verða hildin, so hevði rætta støðutakanin heldur verið, at Noreg, Skotland, Føroyar og Kili stóðu saman um ikki at flyta út laks til Kina, soleingi sum eitt av londunum verður boykottað grundað á mótmælum móti brotum á mannarættindini.

Vit mugu og skulu verja mannarættindini, íroknað trúðar-, talu- og skrivifrælsið – gera vit ikki tað, so verða tað heldur tær kinversku avmarkingarnar, ið fara at galda hjá okkum, ístaðin fyri at kinverjar fáa størri frælsi.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.