Fáur pellar meira enn helvtina

– heldur ikki Holger Arnbjerg og Bjørg Róin

Í Dimmalætting hósdagin 26. mai verða útbúgvingarviðurskifti viðgjørd, og greitt verður frá muninum á Master og Kandidat. Sambært hesi grein telur ein kandidatútbúgving dupult so nógv sum ein master, mátað í ECTS. Her hava greinskrivararnir ikki kannað viðurskiftini serliga væl tá tey siga:

Ein útlendsk master – og ein donsk master – eru vanliga normeraðar til eitt ársverk, altso 60 ECTS stig, meðan ein donsk kandidatútbúgving er normerað til tað dupulta.

Eg skal ikki siga hvussu ein danskur master verður normeraður, men eg veit frá míni tíð í York, at soleiðis skal ein enskur master ikki roknast. Av heimasíðuni hjá University of York stendur hetta:

Academic Credit

Credit is associated with notional student workload that includes private study, preparation for and undertaking of assessment. One credit represents 10 hours of student work; thus a standard 10-credit module represents 100 hours’ work. One academic year of full-time undergraduate study comprises 120 credits and one year of full-time taught postgraduate study comprises 180 credits.

A normal undergraduate workload is represented by a credit total of 40 credits for one term, 80 credits for two terms or 120 credits for an academic year of three terms. To estimate equivalent ECTS credits divide University of York credits by two.

Sostatt telur ein enskur master 90 ECTS, og ein danskur kandidatur 120 ECTS – ella við øðrum orðum, við at lesa í 2 ár í Danmark fært tú ein fjórðing fleiri ECTS stig, enn um tú fert til Bretlands og har tekur ein master uppá 12 mánaðir.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.