Okkurt siga tit ‒ men eg hugsi mítt!

Okkurt siga tit ‒ men eg hugsi mítt!

Haldi at valplakatir eru vorðnar sera keðiligar, alt ov nógv merktar av, at lýsingarfyritøkur reka valstríðið. Eg sakni tær heimamálaðu plakatirnar, og uppaftur meira sakni eg at fáa at vita, hvat ymsu valevnini standa fyri. Sum heild krógva tey seg aftan fyri nøkur slogan hjá flokkinum, og flestu plakatirnar eru hópframleiðsla.

Treyðugt so, onkur gullkorn eru uppímillum, og havi eg loyvt mær at tikið nøkur fram her. Serliga er tað fólkaflokkurin sum hevur gjørt sær ómak við plakatunum.

Fyrst av øllum var tað fólkaflokssloganið “Øðrvísi bústaðarmøguleikar til eldri” sum eg hefti meg við. Fólkaflokkurin hevur ikki víst nakra virðing fyri eldri, og í mínum stilla sinni hugsi eg, hvørt tey ikki munnu hugsa um lítla kamarið 6 føtur undir jørð. Hetta sloganið tykist tó heldur ikki at hava ta stóru raðfestingina hjá flokkinum, tí yvir av Vesturkirkjuni er sloganið skift út við einum tigandi Jan Christiansen, meðan tað niðri við rundkoyringina við skipasmiðjuna hongur og flákrar og treingir eina stuðlandi hond fyri at síggjast. Helst verða ongir nýggir bústaðarmøguleikar til eldri um Fólkaflokkurin fær valdið.

Hvørki Jan Christiansen ella Høgni Mikkelsen tykjast hava hug at nevna nakað ítøkiligt sum teir vilja fremja. Her valdar tøgn. Og tó minna teir báðir meg á, hvussu tað var fyri ikki so langari tíð síðani, tá eitt harkalið av entreprenørum hevði valdið í býráðnum, og mín uppfatan var, at einans byggimál vórðu raðfest ta tíðina. Og ikki hvat sum helst byggimál, tí viðlíkahald av kommunalum bygningum er eftir øllum at døma ikki líka rentabult sum nýbygging til privat virki og húsarhald. Hetta var eitt tíðarskeið við skiftandi borgarstjórum, men felags fyri býráðssamgongurnar tá var, at sambandsflokkurin og fólkaflokkurin skipaðu samgongu.

Nógv av valevnunum eru tey somu enn, men onkur nýggjur roynir at koma sær framat. Ein fólkafloksgrannskoðari roynir at sleppa framat við orðinum STERKT. Tað skulu sterkar familjur til at bera “sterku” vinnuna, heldur hann, og vil hava sterka fíggjarstýring. Hesar sterku familjur við sterkari fíggjarstýring og sterkum vinnulívi mugu fáa barnakekkar á 10.000 kr.

og 2.000 kr. minni í skatti. Her skal okkurt gerast í botnfrádráttinum, sigst, men ivasamt er tó, um tað er lógligt. So væntandi verður lógin broytt!

Tíverri eru barnakekkar og kommunalur skattalætti ikki avmarkað sterkar familjur, tí enn hevur fólkaflokkurin ikki roknað út, hvussu tey kunnu forða veikum familjum í at fáa hesar veitingar. Tað man fara at koma.

Sum sagt, so tykist sum fólkaflokkurin vil sleppa í gongd aftur at byggja, og besta teknið uppá sterkar familjur, sterka vinnu og sterka fíggjarstýring er, at vit hava nógvar bilar. So tí mugu vit sjálvandi hava nógv nýggj parkeringshús í miðbýin. So munnu mentanin og trivnaðurin fara at koma av sær sjálvum!

Trivnaðin tykist ein fyrrverandi tjóðveldismaður at taka sær av. Seinasta eg las frá hansara hond var annars hvussu hann ilskaðist av, at tað almenna roynir at fáa skatt frá vinnulívinum. Hetta var at gera seg inn á vinnulívið. Hugvekjandi at hesi sjónarmið hanga einsamøll á matstovuni Áarstovu. Trivnaður skal helst ikki vera skattafíggjaður. Spurningurin er so, um trivnaður hevur nakað við býráðsvalið at gera.

Eitt mál kann eg tó saktans taka undir við, nevniliga at gera offroad breyt við Oyggjarvegin. Mín undirtøka er tó treytað av, at tað verður bannað at koyra við hasum akførum aðrastaðni enn á vegum og á offroad-breytum, tí hatta er ein tann størsta spillan fyri okkara viðbrekna lendi. Havi tó einki hoyrt um, at fólkaflokkurin hevur ætlanir um at gera broytingar í lógini um offroad-akfør.

Framsókn hevur atgongd til stórar lastbilar, og hesir eru prýddir við valevnum. Mín sann so varnaðist eg, at okkara bilur tykist vera framsóknarsinnaður.

Rossafólkini hava eisini sín biðil, og Brandur í Dali bregðaði burtur úr fjøldini av tjóðveldisplakatum, eins og mín kæra grannakona, Hensia Einarsson.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)