Tey forbodnu jólini

Nú jól skulu haldast í Aberdeen helt eg tað vera stuttligt at finna fram til onkrar serstakar skotskar jólasiðir. Eg varð tó ikki sørt bilsin at finna sum tað fyrsta, at jólini eru eitt nýtt fyribrigdi, og at tey vórðu forboðin í sambandi við reformatiónina. Ymisk er at finna um hesi viðurskifti, m.a. fingu bakarar bót um teir gjørdu “Jólabreyð”, men teir kundu fáa eina minni bót, um teir upplýstu hvør hevði keypt frá teimum. Í 1638 royndi skotska stjórnin at gera ásetingar fyri at sleppa undan jólahaldinum, og í 1652 eydnaðist at basa jólunum um alt Bretland, tí jólini vórðu mett heiðin og “pávaslig” – hetta var í eini tíð tá “Church of England” legði sjógv millum seg og Vatikanið. Í Onglandi komu jólini tó aftur eini 10 ár seinni, men í Skotlandi gjørdust jólini ongantíð tað sama aftur. Nústaðni í 1958 bleiv jóladagur frídagur, og í 1974 fingu skotar eisini frí 2. jóladag.

Hjá skotum komu vættrar heldur enn jólamenn gjøgnum ljóðaran jólanátt!

Hjá skotum komu vættrar heldur enn jólamenn gjøgnum ljóðaran jólanátt!

Eldurin ikki sløkna jólaaftan
Ein rættiliga áhugaverdur skotskur siður er í sambandi við brennivið. Jólaaftan varð eitt serliga útvalt petti borið inn í húsið undir miklum hóvastáki. Síðani varð antin ein skál drukkin, ella tøgn hildin. So varð kynt upp, og nú var umráðandi at eldurin ikki sløknaði – sløknaði hann jólaaftan, merkti tað óeydnu. Eisini høvdu vættrar jólanátt lyndi til at snúgva sær niður ígjøgnum ljóðaran og stjala av jólamatinum, umframt aðrar skálkalótir. Tí varð neyðugt at hava ein góðan eld jólaaftan og jólanátt at forða teimum at sleppa gjøgnum ljóðaran.
Helst hevur hesin siður við eldi jólanátt eisini verið í Føroyum. Omma mín úr Fugloy læt altíð ljósið brenna jólanátt, tí tað hevði hon lært frá barnaárum.

4 gæs millum 1000 kalkunir
Frá gamlari tíð var jóladøgurðin gás, men við endurskaptu jólunum eru aðrir siðir komnir, so nú eta flestu bretar kalkun á jólum, hesar verða fyltar við rørdari kjøtfyllu í mun til okkara sviskur og súrepli.
Tað eydnaðist tó okkum siðbundnu føroyingum at fáa fatur á eini gás í Sainsbury, har lógu 4 gæs millum 1000 kalkunir – tollaksmessudag vóru ongar gæs at fáa. Spennandi verður at royna hvussu bretska kjøtfyllan smakkar við einum ískoyti av sviskum.

Hogmanay og gomlu jól
Spurningurin er so, hví skotar hava latið sær lynda at jólini vórðu tikin frá teimum – tað hava teir als ikki. Tey kristnu jólini tóku teir ikki til sín, so tað var í fínasta lagi at forbjóða teimum. Yule eru tó framvegis, tey blivu flutt til Hogmanay, sum nú verður hildið á nýggjári. Hogmanay er eitt rimmar ball. Kendast er helst haldið í Edinburgh, men eisini her í Aberdeen verður stórt Hogmanay hildið: Á Union Street verður stórur útipallur settur upp, har kend orkestur skulu spæla, gøtan verður avbyrgd, og forboðið at drekka úti á gøtunum verður tikið av fyri júst hatta økið. Pubbirnar hava loyvi at selja út av húsinum – í plastgløsum, og fólk sum dragsa drykkjuvøru við sær heimanífrá mugu eisini lata løgin í plastgløs. Hetta ljóðar sum ein føroyskur festivalur. Ein munur á vanligum festivalum og hesum er, at tiltakið er ókeypis! Tó er avmarkað, hvussu nógv fólk sleppa inn, og tí ræður um ikki at koma alt ov seint. Ein áhugaverd skipan er nevniliga at tú fært armband tá tú sleppur inn, men mást lata tað inn aftur tá tú fert av aftur økinum, so tú fært ikki goymt tær, ella einum øðrum, eitt pláss.
Hogmanay og gomlu jól vórðu sum sagt hildin við manér, íroknað trettanda. Hetta líkist ikki sørt okkara dansitíð, ið sum kunnugt byrjar so skjótt sum kristnu jólini eru farin afturum, og varða líka til niðurteljingin til páskirnar byrjar á føstulávint. Og nú vit eru komin til páskirnar: skotar gera munandi minni burturúr páskum enn tey gera í Onglandi!

Gleðilig jól frá okkum í Brekkustovu

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.