Drukna grønlendingar nakrantíð?

Sambært portalinum hjá Sosialinum/Føroya Tele í dag, 17. januar 2009, druknaðu tveir danskir sjómenn tá ein jolla teir vóru farnir í koppaði. Hendingin fór fram  sunnan fyri Qaqortoq í Suðurgrønlandi, og menninir sigldu við einum tangaskipi sum sigldi við olju til Grønlands, og vóru sostatt ikki heimahoyrandi í Grønlandi.

Ein syrgilig søga, men hetta brotið fekk meg tó at staðfesta, at eg ongantíð havi frætt um at grønlendingar eru druknaðir í Grønlandi. Hví frætta vit ikki tíðindi úr Grønlandi, ella er tað so, at onki hendir har, hvørki av góðum ella ringum?

Hevði hildið at tað hoyrir undir Publich Service hugtakið at kunna um viðurskifti í grannalondum og í londum vit eru í ríkisfelagsskapi við. Kringvarpið sigst hava public-service skyldu, men tykist bert venda sær til “kvøðuljóma”-fjepparar. Eg haldi tó, at vit eisini kunnu seta krøv til ein portal sum almenna partafelagið Føroya Tele rindar stóran part av. Sum er, er portalurin bert eittt stórt lýsingarátak fyri Sosialinum og Rás 2.

Latum okkum fáa betri fjølmiðlar! Latum okkum raðfesta fjølmiðlarnar. Harvið er ikki sagt at kringvarpsgjaldið t.d. skal upp, men heldur at kringvarpið eigur at raðfesta hvørjar sendingar skulu gerast, og gera góðsku heldur enn nøgd. Eg skilji t.d. ikki, hví útvarpið skal sjonga allan dagin, og hví sjónvarpið skal senda alt kvøldið, tá tey kortini ikki hava nakað uppá hjarta.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.