Hugleiðingar: Den mere kloge narrer den mindre kloge

Í politikki tykist lítið og onki at broytast. Málini broytast nakað, men trupulleikarnir eru teir somu. Eg fari at loyva mær at vísa til hesa grein sum eg hevði í Tarablaðnum sum kom út beint fyri Ólavsøku 2005, har eg viðgjørdi útbúgvingarstøðið hjá okkara politikarum. Í 2005 vórðu politisku útsøgnirnar slíkar sum “Størstu mistøkini gjørd av akademikarum”. Í dag eru politisku vísdómsorðini “Akademikararnir í Havn vilja hava valdið í hesum landinum”. Í 2005 vóru tað heimildarlógirnar sum vóru á skránni, í dag er talan um føroysku útbúgvingarskipanina.

Heimildarlógirnar vórðu kroystar ígjøgnum tingið í størsta skundi, og fyri “sikkurheits skyld” vórðu tær samtyktar 2 ferðir, fyrst í føroyskum líki, og síðani í donskum. Mær kemur fyri, at um eg skrivi eitt testamenti í dag, og eitt annað í morgin, so er tað tað nýggjara, sum er galdandi. Hetta helt eg vera eina meginreglu, men hon tykist ikki at galda á løgtingi. “Hatta er bert løgfrøði, tað vit gera her er politikkur,” varð undanførslan undir viðgerðini.
Kanska ynskti Føroya Løgting at samtykkja tær føroysku yvirtøkulógirnar, men ivasamt er um løgtingið skoytti um heimildarlógirnar yvirhøvur. Harafturat kundi Løgtingið ikki góðtaka donsku viðmerkingarnar til hvørki av uppskotunum. Men hví samtyktu løgtingslimir nakað teir ikki tóku undir við, serliga tá hugsað verður um at teirra egnu serfrøðingar mæltu frá?
Vórðu løgtingslimir spurdir, var svarið, at tað var tí §7 í heimastýrislógini kravdi hetta.
Nevnda §7 sigur, at føroyska heimastýrið skal verða kunnað og hava møguleika at gera viðmerkingar til tiltøk, sum ríkisvaldið setur í verk fyri Føroyar, men §7 gevur onga trygd fyri at lurtað verður eftir hvat føroyingar meina. Eisini sigur §7 at danska stjórnin kann seta tíðarfreist á, nær álitið frá heimastýrinum skal vera liðugt.
Sostatt hevði tað sambært §7 verið ivaleyst at føroyska heimastýrið skrivaði eitt álit, har tað t.d. stóð at heimastýrið ikki kundi taka undir við ríkislógartilmælinum. Kanska royndi løgmaður at samráða seg fram til eitt betri upplegg hina ferðina, hann bleiv sendur heim aftur sum av torvheiðum.
Hvat veruliga hendi tykist vera fløkt at fáa skil á. Helst er tað sum Anfinn Kallsberg segði í útvarpsviðtali, at danska stjórnin kravdi at løgtingið samtykti danska ríkislógartilmæli. Ein hugsað frágreiðing kann vera, at landsstýrið visti, at danska stjórnin fór at seta sítt tilmæli í gildi uttan mun til hvat føroyingar søgdu, umframt at danska stjórnin kann hava hótt føroysku sambandsstjórnina sum illavorðin børn: um tit ikki akta, so antin 1) fáa tit ikki tað og tað, ella 2) verða tit flongd – ella sagt við øðrum orðum, samtykkja tit ikki, so antin 1) sleppa tit ikki at yvirtaka nakað sum helst, ella 2) krevja vit at tit yvirtaka alt.
Hvat hendi ella ikki, so er hetta ikki nøkur støða at reypa av hvørki fyri Føroya Løgmann ella Føroya Løgting.

Dirvisloysi, undirbrotligheit ella ódugnaligheit?
Sum gallup-kanningin sum verður kunngjørd í hesum Tarablaðnum vísir, so er tað bert ein lítil triðingur av Føroya fólki sum trýr at heimildarlógirnar vóru nakar bati. Tað sum er uppaftur meira áhugavert er, at tann størsti triðingurin setir seg ikki føran fyri at taka støðu. Hetta mundi vera sama støða sum meginparturin av løgtingslimunum vóru í. Tíverri vórðu teir í samgonguni kroystir at samtykkja.
At landsstýrið setir Føroya Løgting í eina slíka støðu kann einans standast av antin dirvisloysi, undirbrotligheit ella ódugnaligheit. Sambandshugsjónin kann kanska fáa skyldina fyri dirvisloysi og undirbrotligheit, og tann partin kann helst bara tíðin gera nakað við. Men er trupulleikin ódugnaligheit, so kann nakað gerast.
Var til ein fund um samspælið millum embætisfólk og politikarar sum Føroya Landsstýrið skipaði fyri. Eitt kjakevni har var, hvørt tað var rímiligt at seta ávís førleikakrøv til landsstýrisfólk, hetta var út frá tí, at øll kunnu verða vald á ting, men spurningurin er um skipanin ikki er við at verða so mikið krevjandi, at tað er rímiligt at seta krøv til landsstýrisfólk. Serliga John Johannesen úr Javnaðarflokkinum dámdi sera illa at slíkt varð tikið upp á tungu.
Nú hevur samgongublaðið Sosialurin umrøtt evnið og ásannað, at myndin í Føroyum er grundleggjandi øðrvísi enn í øðrum londum. Aðrastaðni er meginparturin av ráðharrunum akademikarar, í Føroyum er meginparturin fólkaskúlalærarar. Men sambært Sosialinum eru akademikarar helst ikki líka góðir sum fólkaskúlalærarar. Yvirskriftirnar á tema-síðunum ljóða: “Størstu mistøkini gjørd av akademikarum”, “Fakmaður kann gerast ein forðing” og “Útbúgvingin als eingin trygd”. Keldurnar til tær tvær fyrstu eru tveir blaðmenn sum báðir hava verið ráðharrar, og til ta triðju er ein samfelagsfrøðingur. Tann sum lesur greinina við samfelagsfrøðinginum sær, at blaðmaðurin roynir at fáa hann at siga at útbúgving er ein vansi, men at samfelagsfrøðingurin afturvísir hesum harðliga: Fakligur førleiki er ongantíð ein vansi.
Um fakligi førleikin hjá føroysku landsstýrismonnunum verður sammettur við teirra starvsfelagar í Danmørk er heilt týðiligt, at føroyska samráðingarstøðan ikki er góð. Tá okkara løgmaður fór at samráðast við danska statsministaran, var tað ein fólkaskúlalærari sum skuldi samráðast við ein búskaparfrøðing. Um talan var um fótbólt, so hevði eingin væntað, at amatørar úr Føroyum fóru at vinna á einum professionellum útlendskum lið, uttan mun til hvussu góðan venjara liðið fekk. Men tá talan er um politikk, so er ikki neyðugt at vera professionellur. Tað tykist sum hugburðurin er, at tað er uppgávan hjá embætisverkinum at fáa politikaran at gera politisk avrik.
Útbúgvingarstøðið hjá føroysku landsstýrismonnunum skal ikki fáa alla skyldina fyri syndarligu gongdina í heimildar- og yvirtøkulógunum, men útilokast kann tað ikki. Eitt kent danskt orðafelli sigur: “Den mere kloge narrer den mindre kloge”, og kann eisini nýtast um útbúgvingarstøði: Tað er lættari hjá einum betur útbúnum at lumpa ein minni útbúnan. Hetta er eisini galdandi innan politikk. Kanska var tað so at danski forsætismálaráðharrin, tí hann er betur fyri útbúgvingarliga, megnaði at lumpa løgmann. Men hóast ávaringar frá føroyska embætisverkinum, so trúði løgmaður meira uppá danska forsætismálaráðharran enn føroysku embætisfólkini, og gjøgnumførdi danska projektið. Tað sigst at jú meira ein persónur hevur lært, tess meira er hann eisini vitandi um hvussu nógv hann ikki veit. At ignorera ráðgevingina frá egnum serfrøðingum, og heldur trúgva uppá mótpartin bendir uppá antin ræðslu fyri konfrontatión, undirbrotligheit, ella rætt og slætt býttheit. Danir hava eitt annað orðafelli, sum kanska kann ugga føroyska embætisverkið: “Mod dumhed kæmper selv guderne forgæves”.

Viðmerkingar eru vælkomnar ;)