Døpru forsøgnirnar um eitt gamlamannasamfelag í Føroyum um nøkur ár gerast uppaftur daprari av uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at skatta eftirlønargjaldið nú, tí hvør skal gjalda til samfelagið tá flestu borgarar landsins eru pensionistar, ið ikki rinda skatt av síni eftirløn? Fólkaflokkurin roynir seg nú við einum uppskoti um flatskatt. Ljóðar jú tølandi, tí hvør vil ikki rinda minni skatt – men hvørjar broytingar ætlar Fólkaflokkurin at fremja, fyri at fíggja hetta? Tey vilja vera við, at tað eru ikki tey lægst løntu, sum skulu gjalda. Samstundis ger Samtak vart við, at láglønti løntakarin fær 500 kr. meira um mánaðin, meðan tann sum forvinnur eina millión fær góðar 10.000 kr. […]
Í hesum døgum reikar ein hópur av valevnum kring alt landið og lovar bæði eitt og annað. Tey flestu eru so sera samd um at vit skulu hava skattalættar, útbúgving, gransking, sjúkrahús… og niðurstøðan tykist vera, at fyri at røkka hesum so skulu vit líka fyrst økja um uttanlandsskuldina, møguliga tøma nakrar grunnar til onkur spekulativ átøk, og so um nøkur ár, so fer hetta at síggjast aftur, helst, kanska… Soleiðis gongur høvuðsrákið, og ilt er at gera mun á flokkum. Teir eru allir eins, og eingi valevni tora at ganga ímóti hesum ráki. Vit veljarar fáa pappír og kort við lovorðum, og javnaðarflokkurin gevur reyðar rósur, júst sum javnaðarflokkurin […]
Minnist eina søgu hjá Carl Barks, har dunnurnar strembaðu eftir at finna staðið har ælabogin endaði, tí har skuldi standa ein krukka av gulli. Henda søgan rann fram fyri meg aftur, nú eg hugdi út og sá hvar ælabogin endar: beint niður í Hotel Hafnia. Vónandi stendur gullkrukkan ikki undir hotellinum, men er at finna í tænastustøðinum og dygdini. Má heldur fara at kanna málið, og byrja í matstovuni. Tað plagar at vera gott, og kanska ælabogin var eitt slag av boðbera um, at nú er langt síðan seinast.
So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen í Holbæk. Í hesum pakka vóru bæði størri og smærri málningar. Serliga tann eini var í størra lagi at hava inni í Brekkustovu, og tí kom hugskotið so spakuliga, – eisini fyri at fáa ruddað og prýtt um til ólavsøku – um tað ikki hevði riggað at hongt hann uttan á húsunum. Tað var roynt […]
So fór G! av bakkastokki, og fyrireikingarnar í Gøtu munnu hava verið nógvar og drúgvar. Skráin ljóðar sera spennandi, og tað dregur at fara at lurta – serliga fríggjakvøldið. Tó so, Brekkustova verður umboðað, bæði væl og virðiliga. Yngra ættarliðið fór á G! longu í gjár. Talan var ikki bara um at fara, men nógvar fyrireikingar skuldu til. Troyggja skuldi bindast til høvið, telt, soviposar, stólar og annað skuldi finnast fram, og annað slíkt kamping. Men ein festivalur skal ikki verða ov friðarligur, so tí var eisini neyðugt at útvega ein ghettoblastara, ein akkumulator, leidningar og annað gott. Á kampingplássinum húsast 2500 fólk, sigst. Tí er eisini neyðugt at hava […]
– heldur ikki Holger Arnbjerg og Bjørg Róin Í Dimmalætting hósdagin 26. mai verða útbúgvingarviðurskifti viðgjørd, og greitt verður frá muninum á Master og Kandidat. Sambært hesi grein telur ein kandidatútbúgving dupult so nógv sum ein master, mátað í ECTS. Her hava greinskrivararnir ikki kannað viðurskiftini serliga væl tá tey siga: Ein útlendsk master – og ein donsk master – eru vanliga normeraðar til eitt ársverk, altso 60 ECTS stig, meðan ein donsk kandidatútbúgving er normerað til tað dupulta. Eg skal ikki siga hvussu ein danskur master verður normeraður, men eg veit frá míni tíð í York, at soleiðis skal ein enskur master ikki roknast. Av heimasíðuni hjá University of […]
Ein sera løgin søga í útvarpinum í dag, tá kringvarpið varpaði ljós á hugburðin “Koyr mannarættindini á vestfallið”: Heiðurslønin hjá Nobel ein fyrimunur hjá føroyskum alarum Tað kann gerast ein fyrimunur fyri føroysku alivinnuna, at norska Nobel-nevndin valdi ein kinesiskan andstøðing til at fáa friðarheiðursløn Nobels. Tað fær álvarsligar fylgjur fyri norska útflutningin av laksi til Kina, at kinverski andstøðinginum Liu Xiaobo fekk friðarheiðursløn Nobels. Og hetta merkist eisini í Føroyum, tí eftirspurningurin eftir føroyskum laksi er vaksin seinastu mánaðirnar. Sama søga er at finna í skotskum bløðum. Og føroyingar og skotar fegnast. Undrist tó á hvat er at fegnast um. Tað er regluliga at kinverjar seta tiltøk í verk ella hótta […]
Tað er ein rættiliga løgin kensla fara til eina sýning sum eg ikki havi ánilsi av hvat snýr seg um. Soleiðis var fyrrakvøldið, tá eg fór so beint frá arbeiði til eina dansisýning í Norðurlandahúsinum. Hevði bara fingið at vita, at hon var “heilt fantastisk”, og at tað átti eg at síggja. Ikki so frægt sum heitið á sýningini hevði eg fingið við. Har sat eg so, og var bangin fyri als einki at fáa við, tá kulissurnar byrjaðu at koma fram. Fyrst var allur bakveggurin ein nærmynd av lavastreymi, og so vórðu spakuliga rullaðar nakrar soppakulissur inn. Og fyri at tað ikki skuldi vera lygn, so stóð enntá latínska […]
Uttan at taka støðu til hvør er rætta loysnin í Icesave málinum, so haldi eg at íslendingar eru ein fyrimynd tá tað ræður um at standa saman – og at tora at seta seg uppímóti teimum “stóru”.
Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga í hvørki breyði ella havragrýnum, men tók ein stara. Tað var eitt øgiligt hvin og eymkan, og har sat ein smyril oman á einum stara, sum royndi at sprella nakað. So skjótt sum starin lá stillur fór smyrilin avstað, við staranum. Og eg? Eg fór eftir fototólinum. Var ov seint at fáa stillað fototólið inn […]