Bachelorlærarar við lívfrøði

Bachelorlærarar við lívfrøði

So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti. Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur enn at halda seg til tað yrkisliga. So er ikki, tí tey við professiónsútbúgvingum tykjast hava munandi truplari at sleppa til víðari útbúgvingar, haruppií førleikagevandi eftirútbúgvingar, júst tí tey vanta teir akademisku førleikarnar. Eg havi havt ta gleði at undirvísa komandi lærarunum í lívfrøði hetta síðsta árið, og hevur tað verið sera stuttligt. Serliga hevur […]

70 havhestar, harav 12 til kanningar á Læraraskúlanum

Sambært Norðlýsinum er tað eitt sindur bygdasligt at fleyga havhest. Rætt skal vera rætt, tað eru helst fáir ungdómar í Havnini sum regluliga ganga á veiði – møguleikarnir til tess eru helst betri á bygd, við teirri avleiðing, at ungdómar í Havn helst vita munandi minni um náttúruviðurskifti enn tey á bygd. Tó kunnu ungdómar í Havn fáa ágóðan av virkseminum á bygd, og er søgan í Norðlýsinum (13. mai 2012) eitt frálíkt dømi um hetta. Í samrøðuni við Norðlýsið greiða tveir unglingar av Viðareiði m.a. frá, at teir henda eina dagin fingu 70 havhestar, og at 12 av hesum skulu brúkast til kanningar á Læraraskúlanum. Tað sum skal kannast […]

Fáur pellar meira enn helvtina

– heldur ikki Holger Arnbjerg og Bjørg Róin Í Dimmalætting hósdagin 26. mai verða útbúgvingarviðurskifti viðgjørd, og greitt verður frá muninum á Master og Kandidat. Sambært hesi grein telur ein kandidatútbúgving dupult so nógv sum ein master, mátað í ECTS. Her hava greinskrivararnir ikki kannað viðurskiftini serliga væl tá tey siga: Ein útlendsk master – og ein donsk master – eru vanliga normeraðar til eitt ársverk, altso 60 ECTS stig, meðan ein donsk kandidatútbúgving er normerað til tað dupulta. Eg skal ikki siga hvussu ein danskur master verður normeraður, men eg veit frá míni tíð í York, at soleiðis skal ein enskur master ikki roknast. Av heimasíðuni hjá University of […]

At fóðra smyrlar

Frægd er at geva fuglunum tá kavi er, men onkursvegna verður bara hugsað um at geva fuglum so sum starum, kvørkveggjum, gráspurvum og óðinshanum breyð og havragrýn. Hesir fuglar eru fastir gestir, og tykjast onkuntíð eitt sindur bilsnir, um onki er at fáa. Í dag kom tó ein nýggjur gestur, og hann hevði ikki áhuga í hvørki breyði ella havragrýnum, men tók ein stara. Tað var eitt øgiligt hvin og eymkan, og har sat ein smyril oman á einum stara, sum royndi at sprella nakað. So skjótt sum starin lá stillur fór smyrilin avstað, við staranum. Og eg? Eg fór eftir fototólinum. Var ov seint at fáa stillað fototólið inn […]

PISA – eitt amboð hjá myndugleikum

Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar kanningar, ið so hissini verða gjørdar, bæði vísindaligar og fólksligar, og sum í mun til PISA, geva okkara kæra ungdómi betri skotsmál í ávísum førleikum – eitt nú stílskriving á enskum – enn sjálvt tey bestu PISA-londini megna at røkka. PISA er ein skipan, ið leggur seg eftir at døma lond á einum javnsettum grundarlag, […]

Miðal millum tey minni mentu

So hendi tað aftur: Pisa úrslitið varð almannakunngjørt. Staðfest varð aftur, at Føroyar ikki standa seg væl í hesi kanning, og at vit teljast millum tey í niðasta triðinginum. Haldi annars, at vit hava lyndi at halda okkum hoyra til Evropa, og at sammeta okkum við OECD londini, men tað gongur ikki serliga væl. Um bert verður sammett við lesingina, so liggja vit næstniðast. Einans í Meksiko duga tey verri at lesa enn vit. Miðaltalið fyri OECD-londini í lesing er 491 tá Føroyar eru taldar við. – Føroyar hava 436 stig. Munandi betri standa vit okkum í mun til tey londini sum ikki hoyra til OECD, har halda vit okkum […]

Hvat segði eg! Seyðurin pínist!

Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur verið, at seyðurin misti vitið beinanvegin, og tí onki føldi. Sigast skal tó, at gamli svævingarhátturin sær út til at hvørva saman við gomlu bóndunum, tí flestu yngru bøndir munnu skjóta seyðin fyrst. Nú hevur so onkur endiliga kunngjørt nakrar kanningar hesum viðvíkjandi, og niðurstøðan er, at djórini kunnu pínast í út við tveir minuttir […]

The End of the Line

Nú verður væntað at tað verður brúkarin sum fer at hjálpa heimsins niðurpíndu fiskastovnum. Ið hvussu er verður arbeitt miðvíst fram ímóti at fáa brúkaran at krevja at fáa at vita, hvaðani fiskurin er, og um hann er úr einum burðardyggum stovni. Ein táttur í hesi gongd er dokumentarurin “The End of the Line”, sum hevur frumsýning nú í juni mánað. Høvuðstrupulleikin er, sambært filminum, tann stóri yvirkapasiteturin hjá flotanum. Tað eru heilt einfalt ov nógvar bátar sum veiða ov fáar fiskar. Í filminum verður gjørt upp við fatanina at havið er stórt, vakurt og ótømandi, samstundis sum víst verður á at tað ber til at hava burðardygga veiðu. Her […]

Fjøllini hava fepur!

Skulu vit fyrst finna og brenna alla olju á knøttinum, so er lítil vón fyri at halda væntaðu veðurlagsbroytingunum undir teimum 2°C, sum verður mett sum eitt vandamark. Tó borðreiddi løgmaður við teimum greiðu boðum, at Føroyar fara at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum, samstundis sum vit skulu fara undir oljuvinnu. Hetta var á fundinum hjá Innlendismálaráðnum 19. mai, har kunnað varð um fyrireikingarnar til eina nýggja altjóða veðurlagsavtalu. Spurdur um landsstýrið hevði sett nakrar pengar av til at gera eina munandi minking, var svarið frá løgmanni greitt nei. Vit vita, at oljan ikki varar í allar ævir, og eisini tí er neyðugt at finna alternativar orkumøguleikar. Oljan er […]