Home » Archives by category » Mentan

Í leysum lofti um molan

Í leysum lofti um molan

Italska sunnudagsblaðið Domenica del Corriere (Sunnudagsberin) bar 9. februar í 1964 eina forvitnisliga søgu úr Havn, um ein bretskan trolara sum bleiv slongdur upp um molan. Domencia del Corriera kom út frá 1899 til 1989. Í fimtiárunum var blaðið størsta vikublaðið í Italia, við einum upplagi á 1,3 mill. eintøk tá tað var mest. Hetta […]

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Gino Covili og Fransismyndin í trúnni

Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi […]

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr útgivnin á italskum

Føroysk ævintýr eru serstøk, og øðrvísi enn ævintýrini í Evropa. Tey eru eisini øðrvísi enn tey væl kendu ævintýrini úr hinum norðurlondunum. Føroysku sagnirnar og ævintýrini hava ikki verið bøtt og umskrivað, og eru tí meira upprunakend enn kendu søgurnar úr hinum norðurlondunum, haðani føroysku søgurnar stava. Forlagið Iperborea hevur givið út italska týðing av […]

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Útoyggjafólkatónar, náttúrudrama og koppar

Tað eydnaðist at sleppa út í Mykines til Fólkatónleikastevnuna, men tað var ikki meir, tí mær so líkt, so hevði eg ikki bílagt pláss við Jósup fleiri mánaðir frammanundan. Eykatúrurin kl. 12 var eisini útseldur. “Men,” sigur fryntliga konan í horninum, “vit arbeiða uppá at gera ein túr aftur kl. 14.” – Frálíkt, so eg […]

Nú er alt bara minnir

Nú er alt bara minnir

Vit eru nøkur starvsfólk á Námsvísindadeildini, sum eru farin á stevnu í London um telduútgerð og teldunýtslu til undirvísing. Framsýningin húsast í einum kendum sýningarstaði, nevnt ExCel, sum liggur úti í “Royal Docks”. Hesar dokkirnar hildu uppat at virka í 1981, tí bringjuvirksemi kravdi meira enn hvat henda gamla havnin megnaði. Nú verður plássið nýtt […]

Tølandi marionettdreymamyndir

Tað sum eg higartil kenni til marionettleik er slíkt eg havi lisið í bókum, umframt kanska okkurt stutt brot í onkrum filmi. Tí var tað sera spennandi at byrja ólavsøkuna 2016 við at fara til “Dansa so væl og leingi” hjá Rakel Helmsdal, bæði fyri at síggja hvussu tað tekniskt verður gjørt, hvussu marionettleikur upplivast, […]

Tað hjálpir at treiskast!

Tað hjálpir at treiskast!

Havi verið til Rolling Stones konsert í Hyde Park. Synd at siga at tað var eg sum fekk hugskotið, tí eg havi ongantíð lurtað serliga nógv eftir Rolling Stones. Eg lurtaði eftir øðrum bólkum, so sum The Who, Deep Purple, Strawbs v.m. Treyðugt so, havi ikki nakað ímóti Rolling Stones, og havi hoyrt rættiliga nógv […]

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

Syngjandi ommur, abbar og nunnur

– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, […]

Grátandi mamman og deyði sonurin

Grátandi mamman og deyði sonurin

“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan […]

Er dansklærugreinin í skúlaverkinum einans leivd frá hjálandaveldinum?

Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.

Page 1 of 212