Studentaskúlanæmingar gingu kravgongu at fáa nýggjan skúla. Hetta var 20. november 2007. Eg hevði ein annan blogg, sum eg nú flyti yvir á wordpress, tí Google ikki finnur bloggsíðurnar hjá Apple. Hann er upprunaliga skrivaður 9. januar 2008. Nú Tjóðsavn Føroya er komið á borðið haldi eg, at hesin bloggur er ikki sørt aktuellur enn. Næmingarnir í Hoydølum tykjast halda at studentaskúlin í Suðurstreymoy skal liggja saman við hinum miðnámsútbúgvingunum, t.v.s. í Marknagili. Hetta er í samsvari við tær ætlanir sum arbeiðsbólkur hevur lagt fram, men sum nakrir fáir lærarar hava verið ímóti. Eftir at hava verið niðurpíndur í nógv, nógv ár, við ongum viðlíkahaldi, er bygningurin nú so forfallin, […]
Smakkar væl, nakað sum hjørtur. Søgan sigur tó onki um hvørt kengurur rigga sum skerpikjøt. Keldur til metan er fyrst og fremst smáverur sum virka uttan oxygen. Hesar eru nógvar í vátari mold, men eru eisini í jóturdjórum, so sum neyt og seyði. Hesi alidjór verða mett sum ein megin kelda til metanútlát (tað gongur av báðum endum hjá teimum). Rendi meg í eitt tilmæli um at gevast við at eta neyt og seyð, men heldur at halda seg til kengurur, tí tað minkar um metanútlátið. Tað hevði broytt raksturin nakað, vænti eg, um vit skuldu fingið kengurur í rætt heldur enn seyð! Hinvegin, so fer kanska einaferð […]