Home » 2008 » september

Vísindaligt tilfar til døgurða!

Hóast, ella júst tí at eg fáist við soppar, geri eg ikki nógv av at fara út at henta fyri at eta teir. Hetta er serliga tí at tað altíð er vandi fyri at eyðmerkja onkran sopp skeivt. Eisini vísir tað seg, at “nýggjar kanningar vísa” at summir soppar, sum fyrr vórðu hildnir vera góðir […]

Kundin hevur altíð rætt – ella eru føroysk undantøk?

Í seinastuni hevur rættiliga nógv verið frammi um at føroyingar ikki longer sleppa at útflyta fisk til Russlands, og sagt verður at trupulleikin er at partarnir eru ikki samdir um treytirnar. Sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni halda føroyingar summi av krøvunum frá russum vera órímilig, og brúka tað argument at føroyingar lúka øll krøv sum EU setur. […]

Hvussu nógvir verðar eru í einum kameli?

  Tjóðveldi(sflokkurin) varð 60 ár fyrr í ár, og ætlaðu at halda dagin. Tey lýstu tó ikki nóg væl við tiltakinum, og tí meldaðu ov fá til. Avgjørt varð at halda dagin seinni í heyst. Nú fer so at líða, og hóast baldrutan túr í dýrdarveðri, so situr flokkurin enn í stjórn. Men neyðugt hevur […]