Skulu tey til gongu í Havn nú gjalda fyri dollar-grinini av bygd?

“Fíggingin av øllum samferðslukervinum í Føroyum skal endurskoðast og gandaorðið er samhaldsfesti, solidaritetur” (tikið av heimasíðuni hjá útvarpinum). Hví haldi eg at hetta ljóðar sum at “vit í Havn” skulu gjalda fyri tey á bygd, og at “tey uttan bil” skulu gjalda fyri tey við bili – fyri ikki um at tala tey við fleiri bilum? Minnist tá eg kom til Onglands hvussu bilsin eg varð, at bensinið og dieselið vóru so dýr, í 2002 kostaðu tey uml. 10 kr. liturin, og nú í summar kostaðu tey einar 13 kr. Orsøkin var at vegskattur er íroknaður bensin- og dieselprísin. Hetta haldi eg faktist er ein genial skipan, tí so gjalda […]