Home » 2008 » oktober

Minnast tit hendan?

Ongantíð bleiv høvi at siga “minnast tit hesa”, tí tá “hon” stóð fyri tørni, bleiv búnin beindur á savn! Hon noktaði at umboða danska ríkið íklædd sum ein annar hani! Stórt spell, eftir mínum tykki, tí tað var tað mest spennandi við ólavsøkuskrúðgonguni at síggja amtmannin. Okkara børn sleppa ikki at síggja ríkisumboðsmannin íklæddan sum […]

Eitt rættiligt films-kubbi

Filmsfestivalurin, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum hesa vikuna, hevði henda síðsta seinnapartin savnað ein føroyskan koktail, og var hetta ein rættiligur fongur fyri ein films-ignorant sum meg: Uppá einans 2 tímar fekst ein rættilig hylling á hvat rørist á føroyska filmspallinum. Fari at nevna nøkur gullkorn her. Andrias Høgenni vísti eina sera góða mynd […]

Regn og nýggj sløg av hundalondum

Tað er ikki bert í Føroyum at tað hevur regnað illa. Eisini í Onglandi hevur regnað illa, og har hava tey sett váta og lýggja veðurlagið í samband við fleiri sløg av soppum sum ikki hava verið skrásett í Onglandi fyrr. Fyri ein part eru hesi nýggju sløg slík, sum trívast væl í nógvari vætu, […]

Granskingin dumpað?

Fyri rúmari tíð síðani kunngjørdi fráfarni aðalstjórin í mentamálaráðnum Peter Petersen, at avtalan um at Føroyar kundu luttaka í 7. rammuavtaluni innan gransking hjá ES var komin undir land. Hetta vísti seg tíverri ikki at vera rætt. Síðani tá hevur fyrrverandi landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni havt spurningin frammi á politiskum støði, og politisk […]