Nú jól skulu haldast í Aberdeen helt eg tað vera stuttligt at finna fram til onkrar serstakar skotskar jólasiðir. Eg varð tó ikki sørt bilsin at finna sum tað fyrsta, at jólini eru eitt nýtt fyribrigdi, og at tey vórðu forboðin í sambandi við reformatiónina. Ymisk er at finna um hesi viðurskifti, m.a. fingu bakarar bót um teir gjørdu “Jólabreyð”, men teir kundu fáa eina minni bót, um teir upplýstu hvør hevði keypt frá teimum. Í 1638 royndi skotska stjórnin at gera ásetingar fyri at sleppa undan jólahaldinum, og í 1652 eydnaðist at basa jólunum um alt Bretland, tí jólini vórðu mett heiðin og “pávaslig” – hetta var í eini […]
Jólast og pyntast er ikki serføroyskt, tó at vit gera rættiliga nógv burturúr. Eg havi altíð hildið, at bretar gera nógv burtur úr elektriskum ljósum í vindeygunum, ið hvussu er munandi meira enn føroyingar. Hetta var ið hvussu er mín fatan tá eg búði í York. Kanska eru skotskir og enskir siðir ikki teir somu, tí í Aberdeen eru fá ljós at síggja í privatum húsum – ein onnur orsøk til tey fáu ljósini kann sjálvandi vera at tey eru farin av móta, ella at fólk hava tikið til eftirtektar áheitanirnar um at brúka sum minst av óneyðugari orku vegna koltvísúrnisútlát. Men sjálvandi eru undantøk, og á myndini sæst eitt […]
So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu seta í verk innan síni øki at minka um útlátið. Í fyrsta umfari skuldi talan vera um “skjótt syftar seiðir”, men einaferð næsta ár skuldi landsstýrið fara at umrøða hvørji tung tøk kunnu takast. Tøkini verða helst tung, og leikirnir mangir og langir. Krøvini fara væntandi at vera eini 35% frættist frá teimum sum komu […]
Nú er tað gleðiliga hent, at nevndin fyri Kirkjubømúrin er komin við einum áliti, ið mælir til at funnin verður ein heildarloysn fyri øll fornminnini í Kirkjubø, ikki einans fyri Múrin. Arbeiðið hevur verið leingi ávegis, og kanningar eru gjørdar av Múrinum meðan hann hevur staðið undir veðurverju í nøkur ár. Einki er at ivast í, at staðið í Kirkjubø lýkur allar treytir til tess at gerast partur av heimsarvasáttmálanum hjá ST. Umráðandi er tí, at tað fyrireikandi arbeiðið, sum krevst at verða gjørt til tess at fáa hetta sett í verk, fer í gongd beinanvegin, og at tað samstundis verða lagdar greiðar rætningslinjur fyri, hvat ið kann verða gjørt […]