Home » 2009 » februar

Mær tørvar 2 jørðir, tørvar tær 3?

Vit hava bert eina jørð, men um øll livdu sum vit, so skuldu tríggjar jørðir til at húsa og føða allar heimsins borgarar. Hetta sæst við at brúka forritið “Ecological footprint”. Hetta forrit staðfestir eisini, at støðan sum heild er alt annað enn góð, tí nýtslan í dag krevur hálvaaðru jørð. Hetta merkir, at vit […]

Bubbi og ungir jazzarar

Á konsertini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið var Bubbi Morthens aftur ein mótmælissangari, hesaferð móti teimum sum hava ábyrgdina av íslendsku bankakreppuni. Eisini aðrar tónleikaframførslur vóru hetta vikuskiftið, og Jazzfestivalurin vísti, at vit hava bæði leikarar og høli sum kunnu halda uppi eini jazzmentan.