Brúkarin heldur enn framleiðarin ábyrgdast fyri koltvísúrnisútlátið

Tað tykist sum um eitt av stríðsmálunum til samráðingar um ein nýggjan veðurlagssáttmála verður, hvør skal gjalda CO2 framleiðslukostnaðin av eini vøru. Ídnaðarlondini hava nú í longri tíð sent meginpartin av síni framleiðslu til Asiu, antin tað so er teknikkur, klæðir, skógvar v.m. Arbeiðslønin er lág, og higartil hevur tað so merkt, at vit brúkarar í Vesturheiminum fáa munandi bíligari vørur enn um tær vórðu framleiddar hjá okkum sjálvum. Samstundis sum asiatisku londini hava ein stóran  búskaparligan vøkstur, er teirra CO2 útlát eisini økt sera nógv. Veðurlagssáttmálin fevnir um allan heim, og sum er verður roknað við, at øll lond skulu minka um teirra útlát. Kina hevur síðani 2006 verið […]

Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020

Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt tilmæli til stjórnina, sum líkist nakað okkara tilmæli “Skjótt syftir seiðir og tunga takið” sum kom út herfyri. Í hesum bretska tilmælinum er eitt av uppskotunum at minka um útlátið við 34% í 2020 í mun til 1990, og at partur av hesum kann røkkast við at keypa kvotur frá londum sum ikki brúka sínar. […]