Tvímerkja tjóð

Grundlógardagur er, og landsstýrið flaggar við Dannebrog! Eg fái beinanvegin kensluna av, at hetta er skeivt, og niðrandi fyri meg. Dannebrog á føroyskari grund er eitt fornermilsi, og at landsstýrið flaggar við Dannebrog er at leggja seg skerflatan – soleiðis er ið hvussu er mín kensla. Eg havi so seinni í dag fingið at vita, at landsstýrið fyri nøkrum árum síðani avgjørdi at flagga við tjóðarfløggunum hjá hinum norðurlondunum á teirra tjóðardøgum, men at flaggað verður ikki tá okkara nærmastu grannar  fyri sunnan hava tjóðardagar. Eg havi ikki lagt merki til fyrr, at flaggað hevur verið við øðrum flaggi enn Merkinum, men grundin til at eg serliga leggi merki til […]