Væntar Eyðgunn val?

Eyðgunn Samuelsen vil vera við, at tað er ein samfelags trupulleiki, at ónýttir fiskidagar ikki verða brúktir. Hon vísir á, at í bólkinum 1-4*) vórðu bert nýttir 67% av tillutaðu døgunum, og at hetta er uppaftur minni enn árið fyri, sí heimasíðuna hjá javnaðarflokkinum. Eyðgunn ynskir brúksskyldu, so hvør einasti fiskidagur verður brúktur. Hetta merkir so, at 33% av fiskidøgunum skulu takast frá summum av teimum, sum nú hava fiskirættindi og ístaðin latast øðrum. Ein spurningur, sum ikki verður settur er, hví so nógvir fiskidagar eru óbrúktir. Um tað loysti seg at fiska, mundu teir so ikki verið brúktir? – Ella sigur Eyðgunn, at summir loyvishavarar eru ódugnaligir? Orsøkirnar eg […]