Onki er betri enn ein sterkur karrirættur – og eg meini ordiliga sterkur. Og tað ger tað ikki verri, at tað ikki bara smakkar væl, men at í karri er eitt evni, sum sigst kunna fyribyrgja bæði krabba, Alzheimers, demens, gikt og sukursjúku. Talan er um evnið curcumin, sum er í gurkumeiu. Hetta er kryddurtin sum litar karry gult. Curcumin verður serliga útvunnið úr jarðlegginum. Gurkumeia smakkar ikki av nógvum sjálv, men tá karrirættir verða gjørdir verður altíð latið ein rúgva av øðrum kryddaríum í, serliga av chili, cayennupipar, paprika (søtt, miðal, sterkt), og so ymisk veikari sløg av kryddurtum, so sum kumman og koriandur. Sambært Alzeimers felagsskapinum so hava […]
Í nógv ár havi eg verið ímóti, at seyður verður svævdur uttan at verða skotin fyrst. Grundgevingin hjá mær hevur verið grundað á eygleiðingar, har eg als ikki havi verið trygg við at seyðurin ikki kendi pínu. Yvirhøvur kann sigast, at eg havi verið rættiliga einsamøll um hetta sjónarmið, tí fatanin hjá vanligum bøndum hevur verið, at seyðurin misti vitið beinanvegin, og tí onki føldi. Sigast skal tó, at gamli svævingarhátturin sær út til at hvørva saman við gomlu bóndunum, tí flestu yngru bøndir munnu skjóta seyðin fyrst. Nú hevur so onkur endiliga kunngjørt nakrar kanningar hesum viðvíkjandi, og niðurstøðan er, at djórini kunnu pínast í út við tveir minuttir […]