Vit mugu vita, hvat vit skulu brúka PISA til og hvussu. Framvegis hoyrast røddir í Føroyum, ið siga seg hava lítið álit á PISA og tí, sum PISA stendur fyri. Tíverri má sigast, at hetta byggir á júst tann forbarmandi óvitinskap, sum vit í Føroyum eru so begávaði við. PISA kann ikki samanberast við aðrar kanningar, ið so hissini verða gjørdar, bæði vísindaligar og fólksligar, og sum í mun til PISA, geva okkara kæra ungdómi betri skotsmál í ávísum førleikum – eitt nú stílskriving á enskum – enn sjálvt tey bestu PISA-londini megna at røkka. PISA er ein skipan, ið leggur seg eftir at døma lond á einum javnsettum grundarlag, […]