Royala Brekkustova

So er Ólavsøkan farin aftur um bak, og gerandisdagurin er við at fáa fastatøkur á okkum aftur. Góð var hon, men onki kemur av ongum, so eisini hjá okkum skuldi nakað av stákan til. Ein partur av stákanini var at fáa bilbukt við einum pakka ið Drós sendi heim nú hon var liðug á Kunsthøjskolen í Holbæk. Í hesum pakka vóru bæði størri og smærri málningar. Serliga tann eini var í størra lagi at hava inni í Brekkustovu, og tí kom hugskotið so spakuliga, – eisini fyri at fáa ruddað og prýtt um til ólavsøku – um tað ikki hevði riggað at hongt hann uttan á húsunum. Tað var roynt […]