“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan trúarrætning. Væntaði tí at uppliva okkurt spennandi her í Suðuritalia. Fyrsta eygleiðingin var tó, at hvørki skírishósdagur ella langi fríggjadagur eru frídagar, ið hvussu so er ikki fyri tey ið starvast innan øki sum eru viðkomandi hjá ferðafólki. Í so máta líkist Italia meira Bretlandi enn Føroyum. Í mun til átrúna líkjast Føroyar tó helst […]