Okkurt siga tit ‒ men eg hugsi mítt!

Okkurt siga tit ‒ men eg hugsi mítt!

Haldi at valplakatir eru vorðnar sera keðiligar, alt ov nógv merktar av, at lýsingarfyritøkur reka valstríðið. Eg sakni tær heimamálaðu plakatirnar, og uppaftur meira sakni eg at fáa at vita, hvat ymsu valevnini standa fyri. Sum heild krógva tey seg aftan fyri nøkur slogan hjá flokkinum, og flestu plakatirnar eru hópframleiðsla. Treyðugt so, onkur gullkorn eru uppímillum, og havi eg loyvt mær at tikið nøkur fram her. Serliga er tað fólkaflokkurin sum hevur gjørt sær ómak við plakatunum. Fyrst av øllum var tað fólkaflokssloganið “Øðrvísi bústaðarmøguleikar til eldri” sum eg hefti meg við. Fólkaflokkurin hevur ikki víst nakra virðing fyri eldri, og í mínum stilla sinni hugsi eg, hvørt tey […]