Mótmæli og broytingaruppskot

Mótmæli av ætlaðu byggisamtyktini fyri útbygging av Skansabryggjuni og eystara havnaøki Broytingaruppskot: Byggið eina “landshavn” uttanfyri bygt øki onkustaðni í miðstaðarøkinum – eftir leistinum við Gomlu Rætt.    Punkt 1 – Eitt risaídnaðarøki kroystast inn í miðbýin Ætlanirnar eru ikki bert at hava eina lokalhavn fyri Tórshavn/Føroyar, men fyri alt Norðuratlantshav. Hetta ynski er m.a. sett fram av løgmanni á altjóða ráðstevnuni Arctic Circle í 2013: In the Faroe Islands we see great strategic potential in our own location in the region – especially in relation to the Northern Sea Route, which is expected to have the greatest significance in the future. We have promising prospects for future offshore oil […]