Kom syngjandi til vitan

Fyrilestur hildin á Býarbókasavninum á Mentanarnáttini 2015   “Norðurlond eru farin í holt við eina verkætlan, har øðrvísi undirvísingarhættir verða royndir. Dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv, og samstundis sum kreativitetur verður settur í hásæti, verður strembað eftir, at hvør einstakur mennir sínar førleikar. Verkætlanin er grundað á sangappirnar Biophilia hjá íslendsku songkvinnuni Björk.” Soleiðis varð Biophilia verkætlanin lýst í skánni til Mentanarnáttina 2015. Tað týdningarmesta í hesum teksti man vera yvirskriftin – kom syngjandi til vitan, ella spæl teg til vitan. Tí tað gera vit í alt ov lítlan mun, hóast vit leingi hava vitað, at tað er hugurin ið drívur verkið! Og hevur tú ikki hug, so man […]