Javnaðarsambandssnaringin

Ongantíð hevur javnaðarflokkurin verið sambandskari enn júst nú – tað tykist, sum um tey trola so dúgliga eftir sambandsfólki, ið rýma av søkkandi skútuni hjá Kaj Leo, at tey eru vorðin sambandskari enn sambandsflokkurin. Kanska er tað tó bara fyri at sleppa í samgongu við Kaj Leo eftir valið, hvør veit. Hetta átti eg sjálvandi ikki at lagt so nógv í, tí eg rokni ikki við at sambandsveljarar loypa heilt yvir á fullveldisveingin. Eg haldi tó at hetta er harmiligt, tí onkursvegna ger hetta møguleikarnar at fáa skipað eina nýggja samgongu eftir valið munandi verri, tí um javnaðarflokkurin ger eitt gott hál við at lova samband, so er tað jú lyftisbrot at […]