Frálíka framsýningin “Myndir í trúnni”, sum hongur uppi í Listaskálanum, gevur inspiratión til at hyggja í mítt egna myndasavn. Vit hava ofta hug at virðismeta mest teir lutir, sum eru torførir at fáa fatur á, so sum uppruna málningar og tekningar, men í hesum føri er tað eitt endurprent av verki, sum Gino Covili gjørdi í tíðarskeiðinum 1992-93. Verkið eitur “Prædikan fyri fuglunum”. Gino Covili: Prædikan fyri fuglunum Gino Covili (1918-2005) er kendur italskur listamaður, men eg visti einki um hann fyrr enn í 2017, tá vit fingu vitjan úr Italiu. Tá varð eisini hildin fyrilestur á Landsbókasavninum um henda listamannin. Hetta er alt takkað verið sambandið við Gianfranco Contri […]