Eidesgaard og kaos

“Je má fara eftir Kristiani og drekka hann skít” … í amboðskassanum hjá Høgna Hoydal undir valstríðnum var eisini eitt kúbein… “hvat ****** skal Gerhard gera har” Og so ein frálík mynd av Hendriki Old sum skriðar sær upp ímóti einum hurðastólpa meðan hann ikki veit hvat gerast skal. Hetta vóru bert nøkur av gullkornunum úr dokumentarfilminum “Fimm dagar fyri valdið” sum var á skránni í gjárkvøldið, og tað var við ikki sørt av spenningi at vit fóru niðan í Norðurlandahúsið at hyggja. Sera frammarlaga í mínum huga var hvørt framleiðararnir høvdu megnað at gjørt eina óvilduga presentation av báðum høvuðkambunum. Dugi ikki ordiliga at meta um hvørt tað var […]