USA umhugsar klima-verjutoll
USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um […]
Brúkarin heldur enn framleiðarin ábyrgdast fyri koltvísúrnisútlátið
Tað tykist sum um eitt av stríðsmálunum til samráðingar um ein nýggjan veðurlagssáttmála verður, hvør skal gjalda CO2 framleiðslukostnaðin av eini vøru. Ídnaðarlondini hava nú í longri tíð sent meginpartin av síni framleiðslu til Asiu, antin tað so er teknikkur, klæðir, skógvar v.m. Arbeiðslønin er lág, og higartil hevur tað so merkt, at vit brúkarar […]
Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020
Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt […]
Ein heitur og turrur heimur væntandi – og tað skjótt
Jørðin er álvarsliga sjúk, og tað eru menniskjuni ið hava elvt sjúkuna. Serliga er tað fólkatalið sum er ov stórt. Sjálvandi kundu vit broytt okkara nýtslu, og ikki troytt tilfeingið so nógv sum vit gera, og øll verðið vegetarar, men alt hetta er ímóti okkara náttúru. Vit eru sum vit eru, og tí er helst […]
Mær tørvar 2 jørðir, tørvar tær 3?
Vit hava bert eina jørð, men um øll livdu sum vit, so skuldu tríggjar jørðir til at húsa og føða allar heimsins borgarar. Hetta sæst við at brúka forritið “Ecological footprint”. Hetta forrit staðfestir eisini, at støðan sum heild er alt annað enn góð, tí nýtslan í dag krevur hálvaaðru jørð. Hetta merkir, at vit […]
Skjótt syftir seiðir góða undirtøku – fer tunga takið at verða lætt?
So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu […]
Bøndur samsýning fyri at verja “kolevnisgoymslur”
Í Bretlandi eru røddir frammi um at bøndir skulu fáa samsýning fyri at varðveita torvheiðar og mold við nógvum kolevni í. Endamálið er at minka um CO2 útlátið, ásannandi at torvheiðarnir og hálendis-mold eru størstu kolevnagoymslurnar í Bretlandi. Tað er umsitingarstovnurin National Trust sum mælir til, at serliga bøndur við hálendis-festum skulu hava samsýning fyri […]