Havstreymar ávirka veiðinøgdina
Á vísindaligu veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn 10.-12. mars vísti Hjálmar Hátún á einum uppslagi (poster, sí myndina til vinstru) arbeiði, sum Fiskirannsóknarstovan saman við øðrum rannsóknarstovnum, m.a. Náttúrugripasavninum, hevur gjørt at kanna, hvussu styrkin á havstreymunum ávirkar lívfrøðiliga tilfeingi í havinum í økinum kring okkum. Fleiri ymiskir havstreymar ávirka havið kring Føroyar, og tað er eitt […]
Støðugt skifti millum Norðuratlantsstreymin og Norðurhøv
Veðurlagið her um okkara leiðir er treytað av havstreymunum kring okkum. Onkur klimamodell benda á, at mannaskapta upphitingin kann fáa havstreymarnar at gerast munandi veikari í hesi øldini. Um hetta hendir, fær tað storar avleiðingar bæði fyri vistskipanina og fyri okkum sum búleikast her um leiðir. Tí leggur m.a. Fiskirannsóknarstovan stóran dent á at fylgja […]
USA umhugsar klima-verjutoll
USA umhugsar at áleggja toll á vørur frá londum sum ikki royna at minka um teirra koltvísúrnis útlát. Hetta er serliga fyri at verja amerikanska ídnaðin, sigur amerikanski orkumálaráðharrin, Steven Chu, tí uttan hesi avgjøld fáa amerikanskar fyritøkur illa kappast við fyritøkur í Kina og India. Barack Obama hevur sett sær fyri at minka um […]
Uppskot um størri minking í útláti av koltvísúrni í 2020
Í sambandi við væntaðu veðurlagsbroytingarnar verður strembað eftir, at økingin í miðal hitanum ikki verður meira enn 2°C, tí ein øking uppá meira 2°C, roknað sum miðal um allan knøttin, fer at hava álvarsligar avleiðingar, og verður av ES mett at verða beinleiðis vandamikið. Í Bretlandi hevur ráðgevandi nevndin “Committee on Climate Change” gjørt eitt […]
Vísindaliga grundarlagið undir komandi Keypmannahavnaravtaluni
Í døgunum 10.-12. mars hevur verið hildin ein altjóða vísindalig ráðstevna í Keypmannahavn, har fleiri enn 2500 luttakarar frá útvið 80 londum luttóku. Heitið á ráðstevnuni var: “Global Risks, Challenges & Decisions”. Úrslitini frá hesi ráðstevnu verða ætlandi útgivin í eini frágreiðing í juni mánaði, men niðurstøðurnar eru greiðar longu nú. Tær vórðu handaðar Anders […]
Lord Stern um hitabroytingar: Støðan nógv verri enn áður mett
Lord Stern, búskaparfrøðingur, ið hevur skrivað eina týðandi og sera virda frágreiðing um búskaparligu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, sigur nú á veðurlagsfundinum í Keypmannahavn í hesum døgum, at hann hevur undirmett vandarnar sum standast av hitabroytingunum og avleiðingunum av hesum. Umframt at vísa á vandan við at jørðin verður 3°C heitari ella meira, og at hetta […]
Skjótt syftir seiðir góða undirtøku – fer tunga takið at verða lætt?
So er tað staðfest frá politiskari síðu eisini her í Føroyum: Útlát av vakstrarhúsgassum so sum koltvísúrni elvir til upphiting av jørðini. Hetta var niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni í m.ø. umhvørvismálum, Anniku Olsen tá hon setti veðurlagsráðstevnuna á Hotel Føroyum 15. desember. Samstundis boðaði landsstýriskvinnan frá, at øll landsstýrisfólk skulu boða frá hvørji tiltøk tey kunnu […]