Veðurlagsbroytingar: Stórt føroyskt metanútlát – Skulu vit hava kengurur heldur enn seyð?

  Smakkar væl, nakað sum hjørtur. Søgan sigur tó onki um hvørt kengurur rigga sum skerpikjøt.   Keldur til metan er fyrst og fremst smáverur sum virka uttan oxygen. Hesar eru nógvar í vátari mold, men eru eisini í jóturdjórum, so sum neyt og seyði. Hesi alidjór verða mett sum ein megin kelda til metanútlát (tað gongur av báðum endum hjá teimum). Rendi meg í eitt tilmæli um at gevast við at eta neyt og seyð, men heldur at halda seg til kengurur, tí tað minkar um metanútlátið. Tað hevði broytt raksturin nakað, vænti eg, um vit skuldu fingið kengurur í rætt heldur enn seyð! Hinvegin, so fer kanska einaferð […]

Hugleiðingar: Den mere kloge narrer den mindre kloge

Í politikki tykist lítið og onki at broytast. Málini broytast nakað, men trupulleikarnir eru teir somu. Eg fari at loyva mær at vísa til hesa grein sum eg hevði í Tarablaðnum sum kom út beint fyri Ólavsøku 2005, har eg viðgjørdi útbúgvingarstøðið hjá okkara politikarum. Í 2005 vórðu politisku útsøgnirnar slíkar sum “Størstu mistøkini gjørd av akademikarum”. Í dag eru politisku vísdómsorðini “Akademikararnir í Havn vilja hava valdið í hesum landinum”. Í 2005 vóru tað heimildarlógirnar sum vóru á skránni, í dag er talan um føroysku útbúgvingarskipanina. Heimildarlógirnar vórðu kroystar ígjøgnum tingið í størsta skundi, og fyri “sikkurheits skyld” vórðu tær samtyktar 2 ferðir, fyrst í føroyskum líki, og síðani […]