Today, Dec. 5th, is the international soil day. A day devoted healthy and fertile soils. The day is proposed by FAO, the food and agriculture organisation within United Nation, realising that soil is not a sustainable resource, when considering the lifespan of human beings. From this follows that if we spoil the land, then the soil will need so long time to recover, that it will not be within our lifetime. A visible example of this is a story in the Faroese popular science magasin “Frøði” (nr. 2, 2013), where the botanist Anna Maria Fosaa writes about a study from an enclosure, that when established was quite eroded by overgrazing. […]
James Watson og David Micklos Var á eini frálíkari FarGen ráðstevnu herfyri, og tá var henda upptøkan víst (trýst á myndina ella leinkið omanfyri). Hetta var sum “endurgjald” fyri at James Watson av heilsuávum ikki sá seg føran fyri at koma á ráðstevnuna, sum hann annars hevði ætlað. Ein fín samrøða. David Micklos, sum er tann sum hevur samrøðuna, var eisini við á ráðstevnuni, og harumframt skipaði hann fyri eini verkstovu fyri miðnámsskúlanæmingum um DNA tøkni. Hann er tikin í leikum, tí dagliga starv hansara er at vera leiðari á DNA Learning Centre, sum tekur ímóti túsundtals næmingum á hvørjum ári. Haldi at vit skulu eisini fara í gongd við […]
Stóra arktiska ráðstevnan Arctic Circle var hildin í Reykjavík síðsta vikuskifti, og har vóru øll vælkomin: Stjórnarleiðarar, tingformenn, kommunalpolitikarar, vinnulívsfólk, granskarar, lesandi og mótmælisfólk. Sum heild kann sigast, at endamálið hjá teimum flestu var at fáa sum mest burtur úr møguleikunum av veðurlagsbroytingunum, nú Arktis verður meira atkomiligt. Tey einastu sum ordiliga vístu, at tey ikki dáma at Arktis skal vera tað nýggja ráevnisøkið var Greenpeace. Tey eru longu langt síðani farin í gongd at mótmæla, og hava fyri kortum hættað sær inn í russiska økið at mótmæla oljuleiting við tí avleiðing, at tey vórðu handtikin og ákærd fyri terrorismu. Sostatt er møguleiki fyri at tey fáa 15 ára fongsul. […]
Havi verið til Rolling Stones konsert í Hyde Park. Synd at siga at tað var eg sum fekk hugskotið, tí eg havi ongantíð lurtað serliga nógv eftir Rolling Stones. Eg lurtaði eftir øðrum bólkum, so sum The Who, Deep Purple, Strawbs v.m. Treyðugt so, havi ikki nakað ímóti Rolling Stones, og havi hoyrt rættiliga nógv av teimum, tí at onkur annar í húsinum dámar teir væl. Og lagt varð hart út at útvega atgongumerkir til 50 ára hátíðarhaldið hjá orkestrinum. Atgongumerkjasølan fór í gongd kl. 9 ein morgunin tíðliga mars mánaði, so tað var at sita klárur at keypa. Men gakk, har var alt útselt beinanvegin, uttan at tað eydnaðist […]
Vaknaði við sirenum, hátalaravagnum og bláum ljósum – og skilti so mikið, at okkurt álvarsligt var á vási, men hvat hevði eg onga hóming av, tí ávaringarnar vóru á pólskum. Løgreglan koyrdi runt og runt – og har stóð eg, og visti ikki um boðini vóru, at eg skuldi vera inni, ella um eg skuldi rýma av húsum. Royndi at hyggja eftir hvussu fólkini í bygninginum yvirav fyrihildu sær, men tey tóktust líka býtt sum eg. Rokilsið byrjaði kl. 9, og kl. 11 fór ein loftávaring í gongd. Nú var heilt óunniligt – hvat var á vási? Stødd í Póllandi, ið so mangan hevur ligið ímillum tá kríggj hava herjað, […]
Siðbundin jól valdast – serliga tá tey verða hildin í fremmandum landi. Altíð spennandi at royna hvussu onnur halda jól. Ásannast má, at nógvir siðir eru teir somu sum heima, m.a. at hava jólatræ. Heima hjá føroysku sendikonuni í Brussel hava tey eitt rættiligt jólatræ – men munurin á føroyskum og belgiskum jólatrøum er, at tey belgisku koma við jólatræsfóti. Sera praktiskt, serliga tá hugsað verður um jakstranina eftir jólatræsfótinum jólaaftan, sum antin er útlæntur ella goymdur okkurt løgið stað á ovasta lofti. Sumt er tó heilt øðrvísi enn í Føroyum. Til dømis ber til í Brussel at keypa jólatrø eisini jóladag. Tykist tó ikki sum tey vænta ta stóru […]
So vórðu (fyri longu rúmari tíð síðan) teir fyrstu lærararnir við fullum bachelorstigi lidnir. Tá eg sigi fullum bachelorstigi, so meini eg við, at føroysku lærararnir eru ikki professiónsbachelorar, men eitt stig hægri. Hetta er sami leistur sum nýggja sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin brúkti. Onkur kundi kanska hildið, at tað er óneyðugt at stremba eftir akademiskum førleikum, heldur enn at halda seg til tað yrkisliga. So er ikki, tí tey við professiónsútbúgvingum tykjast hava munandi truplari at sleppa til víðari útbúgvingar, haruppií førleikagevandi eftirútbúgvingar, júst tí tey vanta teir akademisku førleikarnar. Eg havi havt ta gleði at undirvísa komandi lærarunum í lívfrøði hetta síðsta árið, og hevur tað verið sera stuttligt. Serliga hevur […]
– ella hvaðan er Engelbert Humperdinck? Vit sótu so hugagóð og fyrireikaðu okkum at síggja Eurovision sangkappingina, og viðgjørdu tey ymsu nøvnini. Serligan áhuga hevði fyribrigdið at tað vóru so nógvir gamlir luttakarar, bæði russiskar ommur og ein gamal steggi sum skuldi umboða Bretland. Tað vísti seg ikki at vera avgerandi at luttakararnir vóru gamlir, tí russisku ommurnar “mundu” vunnið, og Bretland “mundi” vunnið í hinum endanum. At hoyra lagið hjá russisku ommunum fekk tankarnar at leita aftur til trýssini, tá belgiskar nunnur framførdu “Dominique”, so tað rungaði um allar geilar. Ikki tí at løgini líkjast, men tað var okkurt við stemninginum sum líktist. – Russiska framførslan fekk annars heldur […]
“Okkara katólsku páskir” var mítt persónliga heiti á páskaferð okkara til Sorrento í Italia. Havi hildið páskir í Bretlandi, men har er eingin munur á páskum og øðrum døgum. Vanligir arbeiðsdagar bæði skírishósdag og langafríggjadag, men møguliga hevur verið “Bank holiday” 2. páskadag – bretar eru sera trekir at áseta tjóðarfrídagar sum hoyra til ávísan trúarrætning. Væntaði tí at uppliva okkurt spennandi her í Suðuritalia. Fyrsta eygleiðingin var tó, at hvørki skírishósdagur ella langi fríggjadagur eru frídagar, ið hvussu so er ikki fyri tey ið starvast innan øki sum eru viðkomandi hjá ferðafólki. Í so máta líkist Italia meira Bretlandi enn Føroyum. Í mun til átrúna líkjast Føroyar tó helst […]
Vár í Ólavstovu staðfestir, at akademiska málið og akademiska samskiftið alt meira verður enskt. Lesið hennara viðgerð av føroyskum sum móðurmálslærugrein í mun til danskt og enskt.